 
                
                        
Teir vóru í fleiri ár liðfelagar í B36 og spældi nógv undir liðuni á hvør øðrum í miðverjuni hjá árstalsfelagnum. Í juni vóru báðir í hópinum til heimadystirnar móti Spania og Noreg. 29-ára gamli Odmar Færø spældi 90 minuttir í báðum dystunum - sínar landsdystir nummar 27 og 28. 25-ára gamli Andrias Eriksen var við A-landsliðnum á fyrsta sinni og sat á bonkinum allar 180 minuttirnar á Tórsvølli.
Odmar spældi ikki seinasta dystin hjá HamKam í næstbestu norsku deildini, men varð úttikin til landsliðið kortini; Lars Olsen segði á tíðindafundinum mánadagin, at mett varð, at miðverjin fór at gerast til reiðar. Men seint í gjárkvøldið boðaði FSF á heimasíðu frá, at Odmar Færø verður ikki í A-landsliðshópinum til komandi dystirnar Hann hevur givið avboð vegna skaða, ið framhaldandi darvar hann.
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2018/11/17/615x455/aserbadjan-16.jpg)
(Odmar Færø - her í dysti í Aserbadjan í november - Mynd: Sverri Egholm)
 
Ístaðin hevur landsliðsvenjarin sent boð eftir Andreasi Høgnason Eriksen úr B36.
Odmar Færø og Atli Gregernsen hava spælt í miðverjuni saman allar fýra undankappingardystirnar í ár, so nú skal nýggjur makkari finnast til liðformannin.
Føroyar taka ímóti Svøríki um eina viku, 5. september, og spæla í Spania 8. september. 
 
                 
             
    
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald