Fótbóltur

Video: Svínsk gerð móti á Skipagøtu - føroyski spælskiparin sigraði

Ógvuliga hørð og ljót takkling móti Eliasi Ellefsen á Skipagøtu kostaði Erlangen-spælara reytt kort. Føroyingurin reistist, og hann skoraði samanlagt fimm mál í sigrinum hjá oddaliðnum í Bundesliguni.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-10-25 16:11 Author image
Agnar Prestá
placeholder

THW Kiel vann aftur í gjár, nummar 1 í Týsklandi vitjaði í Erlangen.

Elias Ellefsen á Skipagøtu skein fyri steðgin við millum annað fimm málum. Dysturin hjá føroyska spælskiparanum var tó merkt av, at hann fekk sera ógvuliga takkling/skump eftir 18 minuttir.

Elias á SKipagøtu fór tvísporandi í fyrstu bylgju, men síðani var verjuspælari fyri: Hart fall og økslin og annað niður í gólvið. Hetta kostaði sjálvandi reytt kort - tað burdi givið blátt kort.

Sí støðuna omanfyri - talan er um videobrot frá Dyn Handball. Sí øll hæddarpunktini frá dystinum hjá Dyn niðanfyri.

Millum annað tvey góð mál frá nummar 71 hjá teimum hvítkløddu. Reyða kortið Sebastian Firnhaber er eisini við

THW Kiel er framvegis oddalið í Bundesliguni. Hetta við 19 stigum fyri 11 dystir. Støðan sæst her

Elias Ellefsen á Skipagøtu spældi víðari nakað eftir hendingina. Hann skal spæla EM-undandyst við Tjarnir um tíggju dagar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder