Fótbóltur

Annar dysturin í dag útsettur

Tá 11 minuttir vóru leiktir í seinna hálvleiki við Margáir, valdi dómarin at blása av.

(Skíggjamynd: Televarpið)

(Skíggjamynd: Televarpið)

2022-10-02 16:28 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Vindurin órógvar fótbóltin í Betri deildini hjá monnum í dag. Fyri løtu síðani varð greitt, at annar dysturin í dag, er avlýstur.

Á Argjum varð avgerð tikin nakað áðrenn klokkan 15, at dysturin millum AB og Skála ikki skuldi spælast, men við Margáir høvdu teir longu spælt 56 minuttir áðrenn dómarin valdi at bríksla dystin av - 11 minuttir inn í seinna hálvleik.

Nær dysturin verður leiktur er ikki greitt, men áskoðararnir eru so farnir til hús, og tað verður ikki í dag, at liðini spæla.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder