Fótbóltur

Aron fingið fýra ára sáttmála við Hearts

Nýggja felagið hjá gávuríka unga skálamanninum liggur í løtuni á triðja plássi í bestu skotsku deildini.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-09-02 15:56 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Nú er tað alment, at 18 ára gamli fótbóltsunglingin, Aron Benjaminsen sum seinasta hálvárið veruliga hevur gjørt vart við seg á besta liðnum hjá Víkingi, er vorðin partur av hópinum hjá skotska Premiership felagnum, Hearts of  Midlothian FC í Edinburg.

Felagið boðar í dag frá á heimasíðu síni, at tað hevur gjørt fýra ára sáttmála við føroyska leikaran.

Felagið upplýsir ikki, hvat tað hevur latið fyri leikaran.

[object Object](Mynd: heartsfc.co.uk)

Heimasíðan lýsir Aron Benjaminsen sum eitt av mest lovandi ungu talentunum í føroyskum fótbólti, og greiðir frá leið hansara úr barndómsfelagnum, Skála ÍF, til Kristiansund í Noregi og víðari til bestu deildina í Føroyum, har í 20 dystum fyri Víking hevur skorað 8 mál og lagt 9 málgevandi avleveringar. Eisini verður víst á, at Aron skoraði í báðum Conference League dystunum hjá Víkingi móti Stjarnuni úr Íslandi og at han longu, hóast ungan aldur, hevur fingið tríggjar dystir á føroyska U21 landsliðnum.

Trý umfør eru spæld í Scottish Premiership, og Gorgie Boys, sum er kelinavnið hjá Hearts of Midlothian, liggur á triðja plássi eftir at hava vunnið tveir dystir og tapt ein.

Sambært Wikipedia hevur Hearts ikki færri enn 33 leikarar í fyrstaliðshópinum. Nú verður so spennandi at síggja, nær belgiski venjarin, Wouter Vrancken, fer at seta føroyska U21-landsliðsleikaran á dómaraseðilin til dyst í bestu skotsku deildini.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder