Tað mesta kann verða avgjørt áðrenn klokkan 17, men avgerðin um millum annað FM kann verða útsett í seks dagar, umframt at tað ikki er víst, at man kennir navnið á nøkrum niðurflytara í dag.
B68 spælir fyri plássinum í deildini, tá toftamenn vitja á Dungasandi klokkan 15. Teir skulu gera sum í Klaksvík síðsta vikuskifti: Vinna. 07 Vestur kann hinvegin senda B68 niður, og um vágmenn vinna, so er liðið omanfyri strikuna undan seinasta umfari - ella í minsta lagi ájavnt í stigum við AB og Skála.
FM1 sigur frá í Sørvági og fær javnar dagføringar á Skála. Til ber eisini at fylgja gongdini í øllum dystunum ovast á Portalinum.
Vit vera sjálvandi eisini við nógvum fólki við Løkin, har NSÍ kann tryggja annað FM-heitið á manssíðuni. Eitt stig er nóg mikið móti HB, sum hinvegin kann tryggja evropeiskt pláss.
Sí eisini: Bert Klæmint og Kristian hava roynt at vunnið FM í vaksnamannadeildini
NSÍ kann eisini gerast føroyameistari, um KÍ ikki fær fult móti B36 á Tórsvølli. B36 skal vinna, samstundis sum HB ikki vinnur í Runavík, um so er, at evropeiska stríðið ikki skal verða avgjørt í dag.
Men sjóneykan verður serliga á dystin við Løkin, har ein gul gullveitsla kann byrja í dag. og 19-ára bíðitíð kann vera av.
Sí eisini: Øllum í gulum sleppa ókeypis til dyst: NSÍ ger nógv burturúr møguliga meistaradystinum
26. og næstseinasta umfar í Meistaradeildini hjá monnum
Sunnudagin 25. oktober
NSÍ - HB (Frásøgn á FM1)
B36 - KÍ (Tórsvøllur)
Víkingur - EB/Streymur
Skála - AB
07 Vestur - B68 (Frásøgn á FM1)
Allir dystirnir byrja klokkan 15 - til ber at fylgja gongdini tætt í sendingini á FM1 og ovast á Portalinum
FM1 og Portalurin fara at gera nógv burturúr við frásagnum, myndum, samrøðum og øðrum
Klokkan 19.30 verður tikið samanum í 3. hálvleiki á FM1
![]()
Sí eisini: Nógv kann vera avgjørt áðrenn klokkan 17 sunnudagin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald