placeholder
Fótbóltur

Arsenal tók eitt stórt fet móti meistaraheitinum

Eddie Nketiah avgjørdi undirhaldandi dystin í 90. minutti. Tað vóru ungir menn úr London, ið tryggjaðu oddaliðnum uppibornan sigurin á United, sum nú skal hugavna um at halda fast í Champions League-plássinum.

Eddie Nketiah og Bukayo Saka eru báðir føddir í London og serliga Saka hevur verið leingi í Arsenal. Í dag gjørdust ungu menninir avgerandi móti Manchester United (Mynd: EPA)

Eddie Nketiah og Bukayo Saka eru báðir føddir í London og serliga Saka hevur verið leingi í Arsenal. Í dag gjørdust ungu menninir avgerandi móti Manchester United (Mynd: EPA)

2023-01-22 20:21 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Premier League-sunnudagurin endaði við stórdysti á Emirates í London, har Manchester United vitjaði. Setningurin hjá útiliðnum tyktiskt greiður: Ein sigur á oddaliðnum var neyðugur, um mann framahaldandi skuldi hanga nøkulunda í, í oddastríðnum. Hetta skuldi fremjast uttan leikbannaða lyklaleikaran Casemiro. 

Tað byrjaði eisini væl, tí í 17. minutti vann United bóltin miðskeiðis á Arsenal-hálvuni, nakað til vinstru. Marcus Rashford setti Thomas Partey av, rak móti brotsteignum og smekkaði til úr líka yvir tjúgu metrum. Bólturin fór heilt niður í málhornið, og so kundi liðið hjá ten Hag fegnast.

Leiðslan helt tó bert í sjey minuttir. Arsenal setti ferðina upp eftir málið, og eftir eitt trýst fekk heimaliðið eitt av sínum tólv hornaspørkum í dystinum. Tað kom ikki innfyri beinanvegin, men Arsenal helt trýstið, spældi væl og Granit Xhaka sendi síðani bóltin móti aftaru stong. Har var Eddie Nketiah til reiðar - Aaron Wan-Bissaka var ikki - og so var 1-1.

Liðini skiftust eitt sindur um at hava yvirtakið restina av hálvleikinum, og tað var undirhaldandi. Minni undirhaldandi gjørdist tað ikki eftir steðgin, og longu eftir sjey minuttir sló Saka til. Kviki høgri vongurin úr London, ið gav Luke Shaw og United-verjuni høvuðbrýggj allan dystin, rak inneftir og smekkaði bóltin heilt niður í longra málhornið, staddur nakað uttanfyri brotsteign og til høgru.

[object Object]
Bukayo Saka legði Arsenal á odda 2-1 tíðliga í 2. hálvleiki við frálíkum máli (Mynd: EPA)

Liðið hjá ten Hag legði seg tó ikki so. United bjóðaði beinanveg av, og seks minuttir eftir málið var horna úr vinstru. Arsenal-málverjin, Aaron Ramsdale fekk ikki boksað nóg væl burtur, og bólturin endaði hjá Lisandro Martinez. Lágvaksni argentinski miðverjin kanstaði seg fram, og stútaði bóltin uppum málverja og verjuleikarar, ið av øllum alvi royndi at beina bóltin burtur. Talan var um hansara fyrsta Premier League-mál.

2-2 og so var av álvara lív í United-leikarum og áskoðarum. Heimaliðið tók tó skjótt yvir aftur og hevði seinasta lítla hálva tíman - og samanumtikið gjøgnum dystin - greiða yvirvág. Unga Arsenal-liðið hjá Mikel Arteta spældi sannførandi, við nógvari orku og skapti eisini fleiri vandamiklar støður: Saka rakti stongina og hin málskjúttin, Nketiah, hevði eisini ein stóran málmøguleika, men David de Gea stórbjargaði. 

Tað eydnaðist tó loksins Arsenal at fáa avgerandi málið og hjá Nketiah at skora aftur. Eftir vælspælt álop í vinstru royndi eyðsýndi Martin Ødegaard seg miðskeiðis í brotsteignum, bólturin var á veg framvið málinum, men Nketiah var inni í málteignum og var knappur: Hann prikaði bóltin framvið De Gea, og so kókaði á Emirates. VAR var uppi í, tí høgra beinið hjá 23-ára gamla lokala áleyparanum sá út til møguliga at vera í rangstøðu.

Málið stóð tó: 3-2 og tey trý stigini vóru verandi í London. Arsenal hevur nú fingið 50 stig av 57 møguligum, og so væl hevur tað ongantíð staðið til eftir 19 dystir (helmingin) áður. Fimm stig eru niður til Manchester City á 2. plássið, og liðið hjá Arteta hevur spælt ein dyst færri. Hjá United var hetta ein smeitur: Tapið í undirhaldandi dystinum ger, at 1. plássið er langt burtur, og at Tottenham av álvara kann nærkast í stríðnum um 4. plássi við sigri í gjár.

[object Object]
Ovfarakæti eftir 3-2 málið Nketiah (Mynd: EPA)

Premier League 21. umfar
Í dag, sunnudagin 22.01

Manchester City - Wolves 3-0
40' Erling Braut Håland 1-0
50' Erling Braut Håland (br.) 2-0
54' Erling Braut Håland 3-0

Leeds - Brentford 0-0

Arsenal - Manchester United 3-2 (1-1)
17' Marcus Rashford 0-1
24' Eddie Nketiah 1-1
53' Bukayo Saka 2-1
59' Lisandro Martinez 2-2
90' Eddie Nketiah 3-2

Í morgin, mánadagin 23.01
20.00: Fulham - Tottenham
 
Støðan í oddinum
1. Arsenal 50 stig (19 dystir)
2. Manchester City 44 stig (20 dystir)
3. Newcastle 39 stig (19 dystir)
4.
Manchester United 39 stig (20 dystir)
5. Tottenham 33 stig (20 dystir)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder