Fótbóltur

Úr Norðuratlandshavi til Asia: Óvanliga langur ferðadagur hjá A-landsliðnum

Eftir góða avrikið á Tórsvølli fríggjakvøldið fekk leiðin vestur á flogvøllin tíðliga í morgun. Føroyska ferðalagið verður ikki uppá pláss í Kasakstan fyrr um 21-tíðina føroyska tíð - ein samanløgd flogtíð á níggju og ein hálvan tíma.

Jóannes Bjartalíð - á veg aftur til Kasakstan. Tað ganga tó nógvir tímar til klaksvíkingurin verður aftur í fjarskotna landinum, har hann dagliga spælir fótbólt (Mynd: Sverri Egholm)

Jóannes Bjartalíð - á veg aftur til Kasakstan. Tað ganga tó nógvir tímar til klaksvíkingurin verður aftur í fjarskotna landinum, har hann dagliga spælir fótbólt (Mynd: Sverri Egholm)

2026-10-03 08:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað er ikki ein vanligur ferðadagur, sum føroyska mandslandsliðið er farið undir.

Nakrar tímar eftir dystarlok á Tórsvølli, har Føroyar og væl hægri styrkismetta Slovakia spældu 1-1 javnleik, settu føroysku spælararnir seg í ein buss og koyrdu frá Hotel Føroyum vestur í Vágar. Hetta við einari broyting í hópinum.

Sí eisini: Andrias Edmundsson hevur leikbann - Arnbjørn Svensson kemur við til Kasakstan

Fyrri flogtúrurin er standard: Tveir tímar úr Vágum til Keypmannahavnar. 

Men eftir nakað av bíðitíð í Kastrup gongur leiðin til Kasasktan.; og hetta er ein longti túrur. Flogtíðin til Astana verður mett at vera sjey og ein hálvan tíma.

Tað stendur, at leiguflogfarið lendir har umleið klokkan 21.00 føroyska tíð. Harvið snýr tað seg um at fáa ta hvíldina, man kann fáa. Dysturin í Astana, sum liggur í Asia, verður ikki fyrrenn týsdagin.

Portalurin og FM1 eru við á ferðini. Meira seinni - her nakrar myndir av flogvøllinum

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]Myndir: Sverri Egholm

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder