Fótbóltur

Avgerðin hjá aganevndini staðfest

B68 heldur fast við tey trý stigini, sum aganevndin við sínari avgerð gav teimum við at døma B36 at tapa dystin 4. september. Tað hevur Yvirkærunevndin í FSF gjørt av.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-09-30 15:31 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Yvirkærunevndin hjá Fótbóltssambandi Føroya staðfesti avgerðina hjá aganevndini í málinum um ólógligt brúk av leikara hjá B36.

Harvið standa tey trý stigini, sum B68 hevur fingið aftaná avgerðina hjá aganevndini, við. Hetta kemur ógvuliga væl við í botnstríðnum, og ger eisini, at stríðið harðnar upp aftur meira.

Tað var í 90. minutti í dystinum millum B36 og B68 tann 4. september, at ein leikari, sum hevði spælt tveir dystir dagin fyri, kom á vøllin fyri B36. 

Kringvarpið hevur fingið hendur á avgerðini hjá Yvirkærunevndini, og hon kann lesast her.

24. umfar

EB/Streymur - 07 Vestur (2. okt. 15:00)
NSÍ - KÍ (2. okt. 15:00)
B36 - Víkingur (2. okt. 15:00)
AB - Skála (2. okt. 15:00)
HB - B68 (2. okt. 17:00)

Stigatalvan Betri deild menn

1. KÍ 65 stig
2. Víkingur 50 stig
3. HB 49 stig
4. B36 36 stig
5. EB/Streymur 32 stig
6. 07 Vestur 23 stig
7. B68 21 stig
8. NSÍ 21 stig
9. AB 21 stig
10. Skála 9 stig


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder