Tað helt sera hart hjá Jákup á Borg og hansara monnum, men tað eydnaðist at tryggja sær víðari luttøku eftir 2 x 90 min + eyka hálvan tíma og brotssparkskapping.
Hetta er triðju ferð, at B36 er víðari í evropeiskum fótbólti. Tað er fyrstu ferð síðani í Uefa Cup í 2006.
Heimaliðið hevði fleiri skotroyndir í kvøld, meðan liðini vóru javnt nógv á bóltinum.
Eftir 1-1 í Føroyum var eitt mál neyðugt hjá B36 í kvølf. Tað skoraði Lukasz Cieslewicz við brotssparki í 14.minutti. Tað sá út til, at hetta fór at gerast nóg mikið til at koma víðari, men heimaliðið megnaði at javna í 88.minutti.
Dysturin fór harvið í longda leiktíð. Einki mál varð skorað har, og so skuldi brotssparkskapping til. Har vóru føroyingarnir stinnari. Tað var 2-2 eftir fyrstu tvey umførini, men so brendi St Joseph’s tvær ferðiir upp í slag, meðan leikararnir hjá B36 vóru tryggir.
Harvið skal B36 um eina viku royna seg ímóti OFK Titograd Podgorcia úr Montenegro í fyrsta undanumfarinum.
Evropa League Preliminary Round annar dystur
St Joseph's - B36 1-1( 3-5 eftir brotspørk)
0-1 14.min Lukasz Cieslewicz
1-1 87.min Jose Luis Otero
Brotssparkskapping:
1-0
1-1 Magnus Holm Jacobsen
2-1
2-2 Alex Mellemgard
St Joseph's brennur
2-3 Meinhard E. Olsen
St Joseph's Brennur
2-4 Odmar Færø
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald