Fer B68 at geva NSÍ ein sonevndan "guard of honour" ella ei? Hetta hevur ein av spurningunum, síðani NSÍ tryggjaði sær føroyameistaraheitið við javnleiki móti HB í seinastu viku.
Hendan virðingin verður vanliga víst liðum í fótbóltsheiminum, sum hava fingið meistaraheitið í hús, og tað hevur verið at sæð onkur av undanfarnu árunum í Føroyum, tó at tað ikki hevur vunnið sama frama sum uttanlands.
Man hevur millum annað sæð, at Altetico Madrid hevur noktað at klappa spælarar hjá Real Madrid á vøllin, um so er at grannarnir hava vunnið gull undan innanhýsis dysti.
Men hóast prik javnan eru ímillum NSÍ'arar og B68'arar, og grannakenslurnar eru har, so vísti niðurflutta B68 góðan ítróttaranda, tá føroyameistararnir komu um heyggjarnar eftir steypinum í gjár.
Hetta við at klappa spælarar hjá NSÍ á vøllin undan dystinum og ikki nóg mikið við tí: Liðformaðurin hjá B68 hevði blómur til reiðar til dagsins NSÍ-liðformann: Hanus Højgaard handaði Klæminti Andrasson Olsen blómutyssi og ynskti tillukku undan fyrsta bríkslið.
Eftir dystin tóku Klæmint og leikbannaði Petur Knudsen ímóti steypinum, har fagnaður var á NSÍ'arum, meðan nøkur teirra sum vóru á heimavølli klappaðu. Kanska við ringum tannabiti, meðan neyðbluss og fýrverk vóru, umframt at onkur argandi NSÍ-bannari sást.
Sí eisini:
Formaðurin hjá B68: - Liðið hevur verið ov óstabilt
Ein fantastisk kensla - nú kann FM-veitslan av álvara byrja
Í 2024 og serliga í 2022 sluppu B68'arar at stórfegnast og prika við Løkin. Nú áttu teir í gulum og svørtum tørn at smílast, skrála og stinga eitt sindur á Svangaskarði, har tað millum blómur og steyp, sum ein toftamaður handaði, endaði 0-3 til meistararnar móti niðurflytarunum.
Sí allar myndirnar, sum Jens Kr. Vang tók á Svangaskarði her - gullfagnaðurin hj teimum gulkløddu
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald