Tuzla, Bosnia (Portalurin): Eftir ein ógvuliga langan ferðadag kom føroyska ferðalagið uppá pláss á gistingarhúsinum í nátt.
Sí frágreiðing og myndir: Loksins lendir í Bosnia
Her halda fyrireikingarnar fram til fyrra HM-røkkstøkkdystin móti Bosnia-Hersegovina, sum verður hóskvøldið klokkan 19. Seinni dysturin verður spældur við Tjarnir leygardagin klokkan 19. Samanlagdi vinnarin kemur til HM-endaspælið í januar 2027.
Les eisini: Bert 48 tímar millum dystarbyrjan í Bosnia og við Tjarnir
Tveir føroyskir spælarar við sjálvsáliti eru Allan Norðberg og Bjarni í Selvindi. Strandingurin og skálamaðurin vóru við at vinna íslendska meistaraheitið við Vali, sum kom í hús hóskvøldið.
Stutt eftir klokkan 11 vera teir at hoyra á FM1, og tað vera Teis Horn Rasmussen og Rói Berg Hansen. Javngomlu menninir eru uppvaksnir í Neistanum saman og eru millum royndastu A-landsliðsspælararnar.
Í 2017 vóru teir við at spæla Føroyar til fyrsta ungdómsendaspælið (U21 HM í Algeria), og nú fara Rói, Teis og hinir eftir vaksnamanna HM.
Lurta frá klokkan 11 føroyska tíð - beinleiðis úr Bosnia. Sendingin kemur eisini út á fm1.fo og Portalin aftana: Sum heil sending og í onkrum brotum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald