Fótbóltur

Bjartalíð fer við til Frederikstad

26-ára klaksvíkingurin hevur skrivað trý-ára sáttmála og fer nú fyri fyrstu ferð at royna seg í øðrum felagi enn KÍ. Hóast skiftið hjá Mikkjali Thomassen til Frederikstad hevur spælt ein leiklut, hevur norska felagið havt eyguni eftir 10'aranum hjá KÍ síðani 2019.

Jóannes Bjartalíð í Champions League-dysti í Bodø í juli. Næsta summar verður ikki talan um evropeiskan fótbólt hjá honum, men nú fer landsliðsleikarin at venja og spæla í Noreg til dagliga (Mynd: Sverri Egholm)

Jóannes Bjartalíð í Champions League-dysti í Bodø í juli. Næsta summar verður ikki talan um evropeiskan fótbólt hjá honum, men nú fer landsliðsleikarin at venja og spæla í Noreg til dagliga (Mynd: Sverri Egholm)

2022-11-23 11:18 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Eg er ógvuliga glaður fyri og errin av at hava skrivað undir við Frederikstad. Tað er ein dreymur fyri meg at koma her, og eg eri ógvuliga spentur uppá at byrja ein nýggjan kapittul her í Frederikstad.

Hetta sigur Jóannes Bjartalíð við heimsíðuna hjá Frederikstad fyrrapartin. 

Síðani tað 1. november gjørdist greitt, at Mikkjal Thomassen skuldi verða venjari hjá Frederikstad í næstbestu norsku deildini, hava gitingar verið frammi um, hvørt hann fór at fáa onkran KÍ-spælara við yvir, og bolt.fo skrivaði í gjár, at Jóannes Bjartalíð fór at skifta. Nú er tað váttað, at Jóannes Bjartalíð fer at royna seg í Noregi.

Jóannes Bjartalíð breyt ígjøgnum á besta liðnum hjá barndómsfelagnum í 2015, ið var fyrsta árið hjá Mikkjali í KÍ. Bjartalíð gjørdist ársins ungi leikari í felagnum og í Føroyum og hevur síðani bygt uppá. Í 2019, tá KÍ vann FM fyri fyrstu ferð í tjúgu ár, varð hann kosin ársins leikari í føroyskum fótbólti.

Tað var hetta árið, at Frederikstad fekk eyguni upp fyri tekniskt gávaða klaksvíkinginum. Felagið skrivar á heimasíðuni í dag, at hóast hetta skiftið ikki kom óvart á mong, tí Jóannes Bjartalíð var ein so umráðandi leikari hjá Mikkjali Thomassen í KÍ, so hevur álopskendi leikarin við tí sterka vinstrabeininum verið á radaranum hjá felagnum í trý ár.

[object Object]
Jóannes Bjartalíð hevur veruliga gjørt vart við seg á landsliðnum í ár (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
Her sæst 26-ára gamli Jóannes Bjartalíð í nýggja búna sínum - og við yvirskeggi (Mynd: frederikstadfk.no)

Hetta sigur ítróttarstjórin hjá Frederikstad, Joachim Heier, og hann lýsir nýggja leikaran á hendan hátt: 

- Bjartalíð er ein spælari við stórum eldhuga, intensiteti og aggrestiviteti í sínum spæli. Tað er altíð "maks" í øllum støðum, og hann hevur ein deiliga smittandi energi og er djarvur á vøllinum. Hann gevur okkum renniorku, nakað rátt og spennandi í álopsspælinum og ein vinstra fót við krúti í. Hann hevur ein leikhátt, sum vit halda Frederiksstad-fjepparar fara at seta prís uppá, og vit gleða okkum at síggja hann royna seg eftir nýggjár.

26-ára gamli klaksvíkingurin hevur skrivað undir ein trý-ára sáttmála (til og við 2025) við norska felagið. Hann skrivaði annars undir ein tvey-ára sáttmála við KÍ í summar, og harvið hevur Frederikstad helst rinda føroyameistarunum eina upphædd fyri Bjartalíð - einki slíkt verður tó upplýst á heimasíðuni, og KÍ, ið nú skal klára seg uttan skapandi leikaran av Brekku, hevur ikki boðað frá nøkrum enn.

Jóannes Bjartalíð hevur sambært FaroeSoccer spælt 252 dystir fyri KÍ og hevur skorað 120 mál, umframt at hann hevur verið við í einari rúgvu afturat. Hann hevur verið ein lyklaleikari øll árini, hevur vunnið FM tríggjar ferðir, steypakappingina eina ferð og hevur verið við til at spælt barndómsfelagið víðari í Evropa fimm ferðir. Hann varð fyri kortum kosin ársins landsliðsleikari 2022 - í løtuni er Jóannes við at koma fyri seg eftir at hava brotið táina, og næsta ár skal hann so royna seg í næstbestu norsku deildini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder