Liðið hjá Símuni Lassaberg liggur framvegis á odda, eftir teir fýra dystirnar, sum vórðu leiktir í FM-kappingini í bridge um vikuskiftið.
Undan dystunum í Bridgehúsinum í Havn hetta vikuskifti var støðan tann, at liðið hjá Símuni Lassaberg lá á odda við 67,23 stigum, meðan liðið Rinkuhúsini høvdu 60,73 stig og Byggitilfar lá á triðja plássi við 58,92 stigum.
Nú liggur liðið hjá Símuni Lassaberg á odda við 131,09 stigum. Beint í hølinum á Símuni og handara liðfeløgum liggur liðið Byggitilfar við 129,17 stigum, meðan Rinkuhúsini liggja á triðja plássi við 110,99 stigum.
Tað eru í alt átta lið sum dystast um føroyameistaraheitið, og kappingin endar í apríl 2027. Íalt verða 14 dystir leiktir, og tað eru seks dystir eftir at spæla. Hesir dystir verða leiktir í februar og apríl 2027, skrivar Føroya Bridgesamband.
Meiri kann lesast um úrslitini inni á heimasíðuni hjá Bridgesambandinum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald