2019-07-12 17:33
Tað eru ikki nógv fólk eftir á áskoðaraplássunum á Lathbury Sport Complex í Gibraltar. Men tá tær fýra Alda S. Lamhauge, Margit W. Fríðmundsdóttir, Oddvør Josephsen og Maria Biskopstø vórðu róptar upp á pallin at taka ímóti bronsuheiðursmerkjum, var rómurin stórur, tí heilt nógvir føroyskir áskoðarar hava bíða eftir heiðursmerkjahandanini.
Bronsan í júst hesi kapping var millum mest kærkomnu og kanska eisini óvæntaðu úrslitunum í frælsum ítrótti á hesum oyggjaleikum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald