MRK Trogir sendi VÍF út úr 1. umfari í European Cup, men í fyrra dystinum í 2. umfari í triðsterkastu evropeisku kappingini tapti kroatiska liðið 34-27 í Hoyvík.
Myndir: Hoyvíkingar vunnu við sjey málum
Spurningurin er so, um H71 megnar at halda leiðsluna, so tað gevur víðari luttøku. Hetta er stórt mál fyri kappingarárið hjá føroysku greipuvinnarunum: At koma langt í Evropa.
Seinni dysturin millum MRK Trogir og H71 verður spældur í morgin, leygardagin 24. oktober, klokkan 17.00 føroyska tíð.
Hoyvíkingar eru í Kroatia og fyrireika seg til uppgávuna, har tað avgjørt kann koma trýst frá Trogir - á vøllinum og frá áskoðarunum uttanfyri.
![]()
Hoyvíkingar í Kroatia (Mynd: H71)
Dysturin í Kroatia kann stroymast á Youtube. H71 leggur leinkju út, og tað gera vit eisini á Portalinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald