Fótbóltur

Chelsea vann grannauppgerðina móti Arsenal

Tvey sein mál tryggjaðu monnunum hjá Frank Lampard sigurin.

Tammy Abraham skoraði sigursmálið fyri Chealsea á Emirates í dag (Mynd: EPA)

Tammy Abraham skoraði sigursmálið fyri Chealsea á Emirates í dag (Mynd: EPA)

2019-12-29 16:16 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

Tríggjir dystir eru á skránni í Premier League í dag. Tann fyrsti av teimum var á Emiraters, har Arsenal tók ímóti Chelsea.

Dysturin byrjaði við høgari leikferð, har Arsenal var omaná fyrstu løtuna. Tað var eisini Arsenal sum fekk fyrsta málið í dystinum. Tað var Pierre-Emerick Aubameyang, ið legði heimaliðið á odda, tá hann stútaði bóltin í netið eftir hornaspark. Tann høga leikferðin helt fram, meðan Chelsea eisini kom betri við í dystinum, har tað vóru møguleikar í báðum endunum. Men tað kom einki mál afturat í fyrri hálvleiki, tískil var tað Arsenal, sum kundi vera betri nøgdir við fyrra hálvleik.  

Chelsea byrjaði seinna hálvleiki betri, og sat á tí mesta av spælinum í seinna hálvleiki. Jorginho átti helst at fingið sítt seinna gula korti, og harvið vera útvístur fyri eitt fríspark í seinna hálvleiki, men dómarin gav einki kort í støðuni, og sjey minuttir fyri tíð var tað júst Jorginho, sum javnaði fyri Chelsea, tá hann kom at standa púra fríur í málteiginum eftir, at Bernd Leno í Arsenal málinum ikki rakti bóltin, tá hann skuldi boksa burtur. Bert fýra minuttir seinni skoraði Chelsea enn einaferð, tá Tammy Abraham skeyt sigursmálið eftir framúr gott mótálop.  

Sigurin kom væl við hjá Chelsea í topp-4 stríðnum, har teir hava fýra stig niður til Manchester United á fimta plássið.

Klokkan 16.30 tekur oddaliðið Liverpool ímóti Wolves, ið vann ein flottan sigur ímóti Manchester City seinast, meðan júst Manchester City skal royna at reisa seg, tá teir klokkan 18 taka ímoti Sheffield United.

Premier League 20. umfar:

Í dag: 
Arsenal – Chelsea 1-2
16.30: Liverpool – Wolves
18.00: Manchester City – Sheffield United

Í gjár, 28.12:

Brighton – Bournemouth 2-0 
Newcastle – Everton 1-2
Southampton – Crystal Palace 1-1
Watford – Aston Villa 3-0
Norwich – Tottenham 2-2
West Ham - Leicester 1-2
Burnley – Manchester United 0-2

Støðan: 
1. Liverpool (52 stig)*
2. Leicester (42 stig) 
3. Manchester City (38 stig)**
4. Chelsea (35 stig)
5. Manchester United (31 stig)
6. Tottenham (30 stig)
7. Wolves (30 stig) **
8. Sheffield United (29 stig) **
9. Crystal Palace (26 stig)
10. Everton (25 stig)
11. Newcastle (25 stig) 
12. Arsenal (24 stig)
13. Burnley (24 stig)
14. Brighton (23 stig) 
15. Southampton (22 stig)
16. Bournemouth (20 stig)
17. West Ham (19 stig)**
18. Aston Villa (18 stig)
19. Watford (16 stig)
20. Norwich (13 stig)

* Tveir dystir færri (18)
** Ein dyst færri (19)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder