Fótbóltur

Courtois avdúkaður í Madrid - Chelsea sett heimsmet

Real Madrid hevur nú fingið nýggjan málverja; evnaríkur miðvallari fer hinvegin, og dýrur avloysari er komin til London.

Thibaut Courtois er nú Real Madrid-leikari. Her í dysti fyri Belgia í HM, har hann var ein av teimum bestu málverjunum
(Mynd: EPA)

Thibaut Courtois er nú Real Madrid-leikari. Her í dysti fyri Belgia í HM, har hann var ein av teimum bestu málverjunum (Mynd: EPA)

2018-08-09 13:40 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í dag letur enska flytingarvindeygað aftur. Feløgini í Premier League royna nú at fáa seinastu avtalurnar uppá pláss; uppflytaraliðini Wolves og Fulham eru ímillum tey, ið royna at fáa nýggjar leikarar inn seinnapartin.

Everton hevur aftur gjørt um seg hetta summarið, og í gjár kom evnaríki brasiliumaðurin, Bernard, til felagið. Í løtuni roynir felagið úr Liverpool at fáa avtaluna við Barcelona og Yerry Mina í hús. Verjuleikarin úr Kolumbia skoraði trý mál í HM-endaspælinum.

Og so er tað Manchester United. Vernjarin Jose Mourinho hevur alment úttalað seg um, at liðið hevur tørv á styrk. Serliga eru tað miðverjar, ið United hevur havt eyga á; Toby Alderweireld og Jerome Boateng síggja út til at vera ómøgiligir at fáa fatur á. Harry Maguire er framvegis eitt heitt navn, men Leicester vilja ikki selja hann. Fyrr í dag kom søgan fram um, at United royndi at fáa fatur á Diego Godin út Atletico Madrid, men heldur ikki har spyrst nakað burturúr.

Hjá Chelsea eru nýggir leikarar komnir seinasta døgnið. Ein er eisini farin úr felagnum; talan er um belgiska málverjan, Thibaut Courtois, ið Real Madrid hevur keypt. Keypsprísun fyri 26-ára gamla málverjan verður mettur at liggja um 35 milliónir pund. Sum part av avltauni leigar Chelsea eisini kroatiska miðvallaran, Mateo Kovacic, hetta kappingarárið. 24-ára gamli Kovacic hevur nógvar eginleikar, men hevur framúr leikarar frammanfyri seg á miðvøllnum hjá Real Madrid.

Courtois hevur gjørt tað greitt, at hann vildi skifta til Real Madrid, og møtti ikki upp til venjing fyrr í vikuni. Fyri løtu síðani gjøgnumførdi hann læknakanningina og varð avdúkaður á Santiago Bernabeu. Frá 2011 til 2014 umboðai Courtois nábúgvan Atletico Madrid. Stóri málverjin varð leigaður út frá Chelsea, og hann var við til at vinna spanska meistaraheitið í 2014. Thibaut Cortois vann Premier League tvær ferðir í Chelsea-tíðini.

Fyri nøkrum vikum síðani setti Liverpool met, tá Allison Becker varð keyptur úr oma fyri heili 67 milliónir pund. Nú er hann ikki heimsins dýrasti málverji longur. Chelsea hevur fingið Kepa Arrizabalaga sum avloysara fyri Courtois. Hetta varð tó ikki nøkur bílig losyn; Chelsea rindar Atletico Bilbao 71,6 milliónir pund fyri 23-ára gamla málverjan. Hetta var klausulurin hjá Kepa, so Bilbao noyddist at játta.

 


Kepa - nú sum málverji hjá Chelsea 

Í Baskaralandinum eru teir helst ikki ónøgdir við at fáa ein slíkan posa av peningi, meðan Chelsea nú er til reiðar til nýggja kappingarárið. Kepa var partur av HM-hópinum hjá Spania fyrr í summar, og verður roknaður sum eitt av heilt stóru talentinum á málmansplássinum.

Flytingarvindeygað í Onglandi stongir klokkan 17.00.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder