Fótbóltur

Jørgen Nielsen avloysir skadda Páll Klettskarð

Fyrsta útskiftinginin í landsliðshópinum er veruleiki longu áðrenn fyrsta dystin. KÍ-áleyparin hevur trupulleikar við fótinum og er í gongd við at kannast nærri - væl yngri Víkinga-áleyparin, sum hevur vant við, kann fáa fyrstu A-landsdystir sínar.

Páll Klettskarð fekk ikki vant við mánadagin og í gjár, og Jørgen Nielsen (t.v.) var tí við. Nú er útskiftingin framd fast í sambandi við teir fýra dystirnar, sum eru fyri framman (Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF)

Páll Klettskarð fekk ikki vant við mánadagin og í gjár, og Jørgen Nielsen (t.v.) var tí við. Nú er útskiftingin framd fast í sambandi við teir fýra dystirnar, sum eru fyri framman (Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF)

2026-09-23 08:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í sambandi við landsliðsúttøkuna í síðstu viku lat landsliðsvenjarin upp fyri broytingum í hópinum millum dystir. Hetta serliga tí at talan verður um fýra dystir innan ellivu dagar, og at ymiskt kann stinga seg upp.

Men longu tveir dagar inni í landsliðsvindeyganum, og nakrar dagar undan fyrsta dystinum, er fyrsta broytingin framd: 

- Páll Andrasson Klettskarð hevur givið avboð til UEFA Nations League dystirnar móti Kasakstan, Moldova og Slovakia. Í hansara stað hevur landsliðsvenjarin, Eyðun Klakstein, sent boð eftir Jørgeni Nielsen úr Víkingi

Hetta skrivar Fótbóltssamband Føroya á heimasíðu sínari.

Jørgen Nielsen var við til Baltic Cup-venjingarkappingina í juni men spældi ikki. 22-ára gamli áleyparin úr Víkingi hevur harvið framvegis sín fyrsta A-landsdyst til góðar men glyvramaðurin er javnsettur toppskjútti í U21-søguni. Hetta við fimm málum - so at siga øll komu undir bæði Eyðun Klakstein og Atla Gregersen.

[object Object]
Jørgen Nielsen eftir hattrik móti Hvítarusslandi í 2023. Eina løtu var hann toppskjútti í allari U21-undankappingini (Mynd: FSF)

Hóast Jørgen ikki varð úttikin í fyrstu syftu, so var hann við til venjingarnar mánadagin og týsdagin. Orsøkin var, at allir ikki vandu við á vøllinum - millum annað Páll Andrasson Klettskarð.

Royndi áleyparin var ikki við í dystinum hjá KÍ móti Skála fríggjakvøldið. Sum skilst er tað fóturin, sum Páll Klettskarð er darvaður av, og tað kann vera so mikið galið, at kappingarárið er í vanda.

Bíðað verður eftir svarið frá nærri kanningum, men greitt er í øllum førum, at 36-ára gamli klaksvíkingurin ikki fær verið við landsliðnum tvær tær næstu vikurnar.

Føroyska liðið venur aftur í dag á Tórsøvlli og spælir fyrsta Nations League-dystin á Tórsvølli leygardagin móti Kasakstan (klokkan 17.00)

-----------------------------------------------------------

Hópurin hjá A-landsliðnum til fyrstu fýra dystirnar í Nations League

Málverjar:
Bárður á Reynatrøð, Víkingur
Mattias Heðinsson Lamhauge, Strømsgodset IF (Noreg)
Ari í Haraldsstovu Petersen, ÍBV (Ísland) 

Verjuspælarar:
Gunnar Vatnhamar, Vejle (Danmark)
Andrias Edmundsson, Hellas Verona (Italia)
Odmar Færø, KÍ Klaksvík
Samuel Chukwudi, SV Reid (Eysturríki)
Heini Vatnsdal, B36 Tórshavn
Viljormur Davidsen, NSÍ Runavík
Martin Agnarsson, Mjällby AIF (Danmark)
Ási Dam, HB Tórshavn
Jóannes Kalsø Danielsen, KÍ Klaksvík
Jann Julin Benjaminsen, NSÍ Runavík

Miðvallarar:
Géza Dávid Turi, Grimsby Town FC (England)
Mattias Hellisdal, Västerås SK (Svøríki) *
Emil Weihe Joensen, NSÍ Runavík
Jóannes Bjartalíð, FC Kyzylzhar (Kasakstan)
Hanus Sørensen, NK Aluminij (Slovenia)
Áki Samuelsen, Mjällby AIF (Svøríki)
Poul Kallsberg, Hillerød (Danmark)

Áleyparar:
Petur Knudsen, NSÍ Runavík
Adrian Rúnason Justinussen, AC Horsens (Danmark)
Jørgen Nielsen, Víkingur - avloysir Páll Andrasson Klettskarð

* Fyrstu ferð á A-landsliðnum

Her sæst dystarskráin hjá Føroyum næstu tíðina. UEFA hevur koyrt landsliðsvindeyguni í september og oktober saman, og tískil eru fýra dystir innan ellivu dagar á skránni.

Leygardagin 26. september
Føroyar – Kasakstan (Tórsvøllur / kl. 17:00)

Týsdagin 29. september
Moldova – Føroyar (Chisinau / 17:00)

Fríggjadagin 2. okt.
Føroyar  – Slovakia (Tórsvøllur / 19:45)

Týsdagin 6. okt.
Kasakstan A – Føroyar (Astana / 15:00)

Portalurin og FM1 fara at fylgja landsliðnum tætt hetta tíðarskeiðið - í Føroyum og í fjarskotnum londum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder