Fótbóltur

Danska Futsal-landsliðið tekur møguliga yvir fyri fótbóltslandsliðið

Fótbóltslandsliðið eigur at spæla vinadyst móti Slovakia mikukvøldið.

2018-09-04 11:58 Author image
Ari av Rana
placeholder

Danska fótbóltssambandið (DBU)og landsliðsleikararnir gjørdust ikki samd um eina leinging av sáttmálanum sínámillum. Hetta merkir samstundis, at landsliðsleikararnir geva avboð til dystirnar hjá landsliðinum mikukvøldið og sunnukvøldið.

Nú veit BT at siga, at DBU møguliga leitar á einum heldur øðrvísi stað eftir leikarum at umboða Danmark í dystinum móti Slovakia mikukvøldið. DBU ætlar at spyrja danska futsal-landsliðið um at spæla dystin.

Í gjár royndi DBU at spyrja leikarar úr næst- og triðju bestu deildunum at spæla dystirnar móti Slovakia og Wales, men hetta eydnaðist ikki. Nú hevur futsal-landsliðið bjóða seg fram.

Enn er ikki vist at hetta verður loysnin, tí at hóast keldur í gjár vildu verða við at futsal-landsliðið skuldi spæla, so siga aðrar keldur í morgun, at DBU hevur funnið teir 23 leikararnar, sum skulu til Slovakia í dag.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder