Hondbóltur

H71 í European Cup-áttandapartsfinaluni eftir gysara

Pólska liðið vann seinna dystin - men bert við einum máli. Harvið vunnu hoyvíkingar samanlagt við einum máli og hava spennandi uppgávu í februar.

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2026-11-22 18:51 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tvey mál skiltu liðini eftir fyrra dystin í 3. umfari í triðsterkastu evropeisku kappingini, og H71 hevði fyrimunin. Hesin gjørdist avgerandi, tí Ostrovia vann 30-29 í seinna dystinum.

Munurin var ongantíð størri enn tvey mál annan vegin á degnum, og H71 syrgdi harvið fyri, at gestirnir ongantíð komu frammum samanlagt. 

Tað stóð annars nógv á. Verjuskansin Peter Krogh, sum eisini skoraði okkurt gott mál tíðliga, fekk beinleiðis reytt longu eftir sjey minuttir. Harvið gjørdist tað uppaftur meira týðandi, at Rókur Ziskason var komin heim til Føroyar og Hoyvíkar til dystin. Rókur tók, saman við serliga Helga Hildarson Hoydal og Niklasi Højgaard Hanusarson stóra ábyrgd í verjuni.

[object Object]

Í álopinum vísti Boas Ellefsen á Skipagøtu aftur ábyrgdarkenslu, umframt stóru dygdir sínar. Spælskiparin fylti 17 ár og skoraði 11 mál í gjár, og hann fekk 10 mál í dag, umframt 7 upplegg - spælarar sum Jónas Gunnarson Djurhuus høvdu eisini týðandi álopsatgerðir, tá Boas á Skipagøtu hevði steðg. Póllendingar høvdu vakið eyga við honum og spældu hart mótvegis Boasi.

Tað gjørdu gestirnir sum heild, men dómaralinjan var heldur ivasom. Ostrovia fekk tó eisini eitt reytt kort, tá Høgni Heinason fekk ein arm í andlitið.

Tað stóð eisini nógv á, tá Ostrovia seint javnaði samanlagt. Men tað munaði, at yngir sum eldri tordu. Eftir at Torstein Sivertsen tók rímiliga nógv í málinum, kom blaðungi Michac Wardum Ragnarsson inn við trimum stórbjargingum og móti endanum veteranurin Tóraldur Kollsker. 

H71 brendi heldur nógv av vonginum, men blaðungi Axel Holm Simonsen kom inn vinstru megin og skoraði bæði síni skot trygt, umframt dekkaði væl upp á bakkinum, og tá alt skuldi avgerast, skoraði William Napolen Djurhuus væl av høgra vongi til 29-29 á degnum. 

So vóru ov fá sekund eftir hjá yrkisspælarunum úr Póllandi at skora tvær ferðir. Tað endaði 29-30, men H71 vann samanlagt við einum máli (62-61), og liðið hjá Djóna Gaard Joensen skal spæla áttandapartsfinalur í februar. Fyrst í desember verður greitt, hvørjum tað verður ímóti.

[object Object]

[object Object]

----------------------------------------------------------

European Cup 3. umfar, seinni dysturin
Hoyvíkshøllin sunnudagin 22. november
H71 - Ostrovia (Pólland) 30-29 (15-15) - Samanlagt 62-61

Dystargongdin:
5 min: 2-1
10 min: 5-4
15 min: 7-8
20 min: 10-9
25 min: 12-12
30 min: 15-15
35 min: 17-17
40 min: 19-19
45 min: 21-21
50 min: 24-24
55 min. 26-27

Toppskjútti: Boas Ellefsen á Skipagøtu 10 - flest upplegg: 7

Flest Bjargingar: 
Torstein Sivertsen 9

Fleiri tøl her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder