Fótbóltur

David Moyes aftur í West Ham

Í fjør vildu tey ikki leingja sáttmálan - nú fær hann aftur møguleikan.

Moyes vandi West Ham frá november 2017 til mai 2018 (Mynd: EPA)

Moyes vandi West Ham frá november 2017 til mai 2018 (Mynd: EPA)

2019-12-30 11:43 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Enska Premier League felagið, West Ham United, kunngjørdi í gjárkvøldið, at tað verður David Moyes, sum verður nýggjur venjari í felagnum. Sáttmálin er galdandi fram til summarið 2021.

Eftir 1-2 ósigurin móti Leicester á heimavølli leygardagin gjørdi felagið av at sleppa sær av við kilenska venjaran, Manuel Pellegrini.

David Moyes hevur fyrr staðið á odda fyri West Ham. Tað var í november 2017, at hann varð biðin um at koma til London-felagið, sum var í niðurflytingarvanda eftir eina tíð við kroatanum Slaven Bilic sum venjara.

Tað eydnaðist Moyes at bjarga West Ham undan niðurflyting, men hann fekk ikki tilboð um leinging, tá sáttmálin rann út við kappingarlok í 2018.

Í staðin gjørdi felagið sáttmála við fyrrverandi venjaran hjá Manchester City, Manuel Pellegrini, og tað er hann, sum nú hevur fingið sekkin.

56 ára skotin, David Moyes, hevur ikki havt annað venjarastarv, síðan hann gavst í West Ham.

David Moyes var í 11 ár frá 2002 til 2013 sera væl dámdur venjari í Everton. Tá Alex Ferguson gavst í Manchester United, og Moyes fekk møguleikan. Men arvurin eftir Ferguson var ov tungur at bera, og tað gekk ikki væl hjá Moyes. Síðan hevur hann havt minni væleydnaðar royndir sum venjari í spanska Real Sociedad og í Sunderland áðrenn hann kom til West Ham.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder