
Tað hava gingið nógvar søgur um, hvar Erling Braut Haaland mundi fara at enda, millum annað er Manchester United ofta nevnt, serliga tí Ole Gunnar Solskjær kennir hann væl og hevur vant hann áður. Men sambært fleiri miðlunum tók United seg úr samráðingunum, tá felagið ikki ynskti, at eftirlíka krøvini frá umboðsmanninum hjá Haaland.
Men nú er greitt hvar norðmaðurin endar. Týska stórfelagið Borussia Dortmund hevur í dag boða frá, at teir hava skriva undir sáttmála við evnaríka norska áloyparin Erling Braut Haaland.
Nógv eftirspurdi norðmaðurin skiftir til týska felagið í stundini, og fær ein sáttmála, ið er galdandi til 2024.
19 ára gamli Haaland kemur frá Red Bull Salzburg, har hann hevur skorað 28 mál í 22 dystum hetta kappingarárið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald