Fótbóltur

Eingin Messi í uppskoti til heimsins besta leikara hjá FIFA

Fyri fyrstu ferð í 12 ár er Lionel Messi ikki í topp trý til heiðurin sum heimsins besti leikari..

Lionel Messi er ikki millum tey tilnevndu hjá FIFA hesuferð
(Mynd: EPA)

Lionel Messi er ikki millum tey tilnevndu hjá FIFA hesuferð (Mynd: EPA)

2018-09-03 18:57 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fifa hevur í dag kunngjørt hvør í er í uppskoti til teir heiðranar sum "FIFA Best"; tað vil siga tey um altjóða fótbóltssambandi kjósar sum best í heiminum á ymiskum økjum. 

Sjey ymiskir heiðarar eru at vinna, har mest fokus er á, hvør verður valdur til besta leikara hjá monnum. Har er tað merkisvert, at Lionel Messi ikki er á listanum millum teir tríggar, ið eru tilnevndir. 31-ára gamli argentinin var frálíkur fyri Barcelona í La Liga, og var høvuðsorsøkin til, at Argentina kom til HM og víðari til áttandapartsfinalurnar.  

Luka Modric vann heiðurin sum besti leikairn í Evropa faran kappingarár. Kroatiski miðvallarin fekk heiðurin frammanfyri Ronaldo og Salah, ið eisini kappast við Real Madrid-leikaran hesaferð. Í fjør vann Ronaldo heitið.

Ein dani er nomineraður til heimsins besta málverja og finalupláss í HM og Champions League-heiti trý ár á rað føra við sær tilnevning til heitið sum besti venjari. Og so eru fleiri heilt framúrskarandi mál at velja ímillum til sonevnda "Puskás-heiðurin"

Sí yvirlitið yvir tey tilnenvdu niðanfyri; "The Best FIFA Football Award" verður hildið um tríggar vikur í London.

Besti leikari - Menn:


Cristiano Ronaldo (Portugal/Juventus FC, fyrrverandi Real Madrid CF)
Luka Modrić (Kroatia/Real Madrid CF)
Mohamed Salah (Egyptaland/Liverpool FC)

Besti leikari - Kvinnur:

Ada Hegerberg (Norra/Olympique Lyonnais)
Dzsenifer Marozsán (Týskland/Olympique Lyonnais)
Marta (Brasila/Orlando Pride)

Besti venjari - Menn:

Zlatko Dalić (Kroatia/kroatiska landsliðið)
Didier Deschamps (Frakland/ franska landsliðið)
Zinédine Zidane (Frakland/fyrrverandi Real Madrid CF)

Besti venjari - Kvinnur:


Reynald Pedros (Frakland/Olympique Lyonnais)
Asako Takakura (Japan/japanska landsliðið)
Sarina Wiegman (Holland/hollendska landsliðið)

Besti málverji:

Thibaut Courtois (Belgia/Real Madrid CF, fyrrverandi Chelsea FC)
Hugo Lloris (Frakland/Tottenham Hotspur FC)
Kasper Schmeichel (Denmark/Leicester City FC)

Puskás Award(Besta mál):


Gareth Bale (Real Madrid CF) – v. Liverpool FC
Denis Cheryshev (Russia) – v. Kroatia
Lazaros Christodoulopoulos (AEK FC) – v. Olympiacos FC
Giorgian De Arrascaeta (Cruzeiro) – v. América MG
Riley McGree (Newcastle Jets FC) – v. Melbourne City FC
Lionel Messi (Argentina) – v. Nigeria
Benjamin Pavard (France) – v. Argentina
Ricardo Quaresma (Portugal) – v. Iran
Cristiano Ronaldo (Real Madrid CF) – v. Juventus FC
Mohamed Salah (Liverpool FC) – v. Everton FC

Áskoðaraprísurin:


Sebastián Carrera (Deportes Puerto Montt, Kili)
Áskoðarar hjá Peru 
Áskoðarar hjá Japan og Senegal 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder