Oyggjaleikir 2023

Eiri Glerfoss gull í longdarlopi

Fekk skaða í baklærið mitt undir kappingini, men ongin tók hann aftur.

2023-07-12 19:05 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tvey gullheiðursmerki á leikvøllinum í frælsum ítróttum til Eira Jógvansson Glerfoss. Mánakvøldið var hann skjótastur í 100 metra renningini, og í kvøld var hann longstur í longdarlopinum.

Eiri leyp 7,12 metrar longu í fyrsta lopinum, og hevði somu longd aftur í triðja lopinum. Og hesi vístu seg at vera kvøldsins longstu, og kundu tryggja Eira gullheiðursmerki.

Í fjórða lopinum fekk føldi Eiri ein skaða í baklærinum og fekk ikki lipið. Hann gav tí fyrireikarunum av kappingini boið, at hann ikki fór at leypa tær tvær seinastu royndirnar.

Og tá ongin av hinum megnaði at koma yvir sjey metrar, kann Eiri seinni í kvøld heiðrast við enn einum gullheiðursmerki.

Nicolas Vila Iglesias av Menorca fær silvur við 6,87 metrum og Johannes Treifel av Saaremaa bronsu við 6,71 metrum.

Nú er kappingin í longdarlopi fyri kvinnur byrjað, og her er systir Eira, Bára og Elisabeth Holm Simonsen við í kappingini.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder