Annað

IOC sigur kortanei: Heldur eingi føroysk lið til OL 2028

Um so er, at føroysku hondbóltslandsliðini vinna sær rættin at kappast um OL-pláss, so fer tann rætturin víðari: Ríkisrættarliga støðan leggur fótonglar, og eingi undantøk verða givin, er staðfestingin sum ÍSF nú hevur fingið.

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2026-11-19 17:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroysku hondbóltslandsliðini sleppa ikki at kappast, hóast tey spæla seg til olympiskar kappingar í 2028. 

Hetta staðfestir Ítróttarsamband Føroya á heimasíðu sínari.

ÍSF hevur annars seinastu mánaðirnar arbeitt við málunum og millum annað roynt at fáa eitt undantak í lag: Hetta tí at man hevur sæð, at føroysku A-landsliðini í hondbólti við sínum úrslitum nærkast rættinum at spæla í OL-undankapping.

Men hetta verður av ongum til leikirnar í Los Angeles - sjálvt um Føroyar enda so mikið ovarlaga til HM-endaspølini, at man eigur at sleppa at spæla um tað. Heldur fer plássið víðari til liðið aftanfyri.

Olympiska nevndin, IOC, staðfestu avgerðina á fundi í Lausanne 10. november. Tað er ikki Ikki av ítróttaligum orsøkum, men av ríkisrættarligum ávum. Í hesari tíðargreinini verður tikið saman um málið, eisini í søguligum høpi.

- Orsøkin er ríkisrættarligu viðurskiftini millum Føroyar og Danmark, og hevur einki við ítrótt og ÍSF at gera. Seinastu 30 árini hevur IOC sum privatur felagsskapur formliga kravt, at tað bara eru olympiskar nevndir úr sjálvstøðugum londum, sum altjóða samfelagið hevur viðurkent, ið kunnu luttaka í olympiskum kappingum. Tað vil stórt sæð siga, at bara lond, sum eru limir í Sameindu Tjóðum, kunnu fáa viðurkenning, skrivar isf.fo.

Í Føroyum er man ónøgdur við avgerðina og vísir á, at føroysku hondbóltslandsliðini kunnu gerast serdømi. Men tað leggur man ikki nakað í, í IOC. Ella: Har vil man ikki leggja seg út í politisk viðurskifti millum Føroyar og Danmark.

Í liðítrótti ber ikki til hjá Føroyum og Danmark báðum at kappast. Og danir vera í øllum førum til OL hjá monnum í 2028 - mest sannlíkt eiisni hjá kvinnum.

- Føroysku landsliðini standa tískil til at vera útihýst frá olympiskum kappingum av orsøkum, sum einki hava við ítrótt at gera, og tað heldur ÍSF hvørki vera rættvíst ella sakligt. IOC átti sjálvsagt í hesum føri at sett ítróttafólkini fremst, sum forsetin Kirsty Coventry og olympiska rørslan annars vanliga breggja sær av. 

Les alla greinina hjá Una Holm Johannesen, samskipara, her

Harvið kann aftur staðfestast, at tað, eins og í 1984, ikki nyttar nakað at banka á hurðina hjá IOC og spyrja um serloyvi. Meira um málið í morgin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder