Annað

Eitt av heimsins bestu súkkluliðum skal hava nýtt navn

Team Sky skal hava nýtt navn, nú Sky tekur seg úr ítróttinum.

Mynd: Ritzau Scanpix

Mynd: Ritzau Scanpix

2018-12-12 11:55 Author image
Ari av Rana
placeholder

Eitt av heimsins bestu súkkliliðum, Team Sky, skal hava nýtt navn. Hetta er avleiðingin, nú Sky hevur kunngjørt, at tey ikki verða partur av ítróttinum frá 2020.

Team Sky skal tí hava nýggjan eigara og nýggjan høvuðsstuðul.

Sky gjørdist partur av ítróttinum fyri 10 árum síðani, tá felagið gjørdi eina samstarvsavtalu við bretska súkklusambandið. Hetta var gjørt fyri at betra um bretska úrslitini á hægsta støði, og fyri at fáa fleiri at súkkla meiri við súkklustjørnunum sum íblástur, skrivar TV2.

Team Sky hevur verið eitt av mest vinnandi liðunum seinastu 10 árini, í stóran mun orsakað av peningaligu styrkini hjá Sky. Síðani Bradley Wiggins vann Tour de France í 2012, er tað bert tað eina árið, at Team Sky ikki hevur vunnið Tour de France.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder