
Tað er eingin ivi, um hugt verður eftir hvat veddingarfyritøkurnar siga, og at leikararnir hjá Eysturríki spæla við liðum sum Real Madrid, FC Barcelona, PSV, Lens, Watford og annars í Bundesliguni ella í bestu eysturrísku deildunum: Eysturríki er stórfavorittur til dystin á Tórsvølli á kvøld, og um hugt verður eftir stigatalvuni so er greitt, at Eysturríki skal vinna. Liðið er á fjórða plássi, og harvið eru fýra stig upp til 2. plássi, ið gevur atgongd til playoff-dystir, nú fýra umfør eru.
Um tað eydnast Føroyum at vinna á Eysturríki, so hava liðini eins nógv stig eftir sjey umfør.
Bólkur F - støðan eftir seks umfør
1. Danmark 18 stig
2. Skotland 11 stig
3. Ísrael 10 stig
4. Eysturríki 7 stig
5. Føroyar 4 stig
6. Moldova 1 stig
Um hugt verður eftir teimum stóru veddingarfyritøkunum, so gevur ein sigur til Eysturríki eitt odds millum 1,20 og 1,30, ið er ógvuliga lágt fyri eitt útilið - tó nakað hægri enn hvat Danmark hevði, tá liðið vitjaði á Tórsvølli í síðsta mánaða. Javnleikur gevur hjá teimum flestu peningin seks ferðir aftur, og ein føroyskur sigur er hjá teimum flestu á odds 15 ella nakað hægri.
Føroyska liðið hevur tvær ferðir áður verið ógvusliga undirtippað móti Eysturíki og kortini fingið stig. Hetta verður áttandu ferð, at liðini hittast.
Les eisini: Fortíð og nútíð umskarast
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald