Fótbóltur

Myndir: Stjørnurnar eru aftur at síggja á gólvinum við Tjarnir

Týsdagin verður dystargólvið lagt á, og mikudagin skulu Føroyar aftur royna at koppa Kosovo í EM-undandysti - men Elias Ellefsen á Skipagøtu, Óli Mittún, Hákun West av Teigum og hinir eru farnir undan at fyreika seg.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2026-11-02 21:26 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ein venjing var sunnukvøldið, men tað vantaðu teir flestu útisetarnir í.

Í kvøld vóru allir við. Óli Mittún vandi avmarkað, av tí at GOG-stjørnan beklaði nakað undir enn einum sigri sunnudagin.

Ein av eyðsýndu spælarunum í Champions League verður tó við mikukvøldið, tá eitt føroyskt lið, sum sær væl fyri út, setur hol á undankappingina til næsta EM-endaspælið.

Føroyar taka ímóti lægst styrkismetta liðnum í bólkinum, sum er Kosovo. Ongantíð áður munnu føroyingar hava staðið sum so stórir favorittar til ein undnakappingardyst. Men hugsavnan krevst.

Elias Ellefsen á Skipagøtu: - Vit fara eftir fýra stigum hesa vikuna (Video)

Undankapping til EM 2028
1. umfar - mikudagin 4. november
19.00: Føroyar - Kosovo

(FM1 sendir frá klokkan 18 mikudagin - í morgin, týsdagin klokkan 17.15 hava vit beinleiðis hondbóltssending úr høllini við Tjarnir í sambandi við seinastu venjingina)

Hini liðini í bólkinum eru Ungarn og Montenegro. Tvey tey fremstu liðini spæla seg til EM-endaspælið, sum verður í 2028. Tað eru eisini góð sannlíkindi fyri, at trý'arin úr bólkinum kemur við

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder