Fótbóltur

Fimti sigur á rað til B36

Eftir 2-0 sigurin á 07 Vestur í Gundadali, er B36 nú á 2. plássið.

Michal Przyvulski skoraði fyrra málið fyri B36, og teir á heimaliðnum kundu fegnast yvir enn ein sigur
(Mynd: Sverri Egholm)

Michal Przyvulski skoraði fyrra málið fyri B36, og teir á heimaliðnum kundu fegnast yvir enn ein sigur (Mynd: Sverri Egholm)

2018-09-26 19:18 Author image
Agnar Prestá
placeholder

B36 hevur fyri lítlari løtu síðani bast 07 Vestur á heimavølli. Talan var um útsettan dyst frá Ólavsøku, ið varð fluttur orsakað av luttøkuni hjá B36 í Evropa. Sigurin hevur við sær, at B36 nú er nummar tvey í Betri-deildini.

Tað var rímiliga javnt frá byrjan, men heimaliðið setti seg ikki yvirraskandi á dystin, og skapti nakrar møguleikar áðrenn hálvleik. Ein av hesum gav úrslit, tá Michal Przybylski beindi eitt innlegg úr vinstru í málið.

Vágamenn vóru harvið aftanfyri 1-0 í hálvleikinum og royndu at fáa javnvág í eftir steðgin. Ken Fagerberg var millum annað settur inn á vøllin, og útliðið hevði onkran góðan møguleika at javna.

Tó søkti B36 oftari at í royndini at lukka dystin, og hetta eydnaðist endliga fáar minuttir fyri leiklok. Tað var Erlendur Magnusson, sum smekkaði bóltin í málið úr stuttari fjarstøðu. Hetta kom eftir eitt óbeinleiðis fríspark orsakað av einari afturlegging.   

Harvið gjørdist talan um sigur nummar fimm á rað hjá Jákup á Borg og hansara monnum, og tað hevur við sær, at B36 yvirhálar KÍ, ið hevur ligið nummar tvey leingi.

07 Vestur stríddist fyri seg í kvøld. Vágamenn hava framvegis eitt stig niður til AB, og sum støðan er nú flytir 07 Vestur ikki niður.

Støðan eftir at øll liðini hava leikt 23 dystir: 

1. HB (61 stig)
2. B36 (46 stig)
3. KÍ (45 stig)
4. NSÍ (43 stig)
5. Víkingur (38 stig)
6. Skála (26 stig)
7. TB/FCS/Royn (22 stig)
8. EB/Streymur (20 stig) 
9. 07 Vestur (13 stig)
10. AB (12 stig)    

Komandi umfar (24.) verður leikt sunnudagin: 

NSÍ - 07 Vestur
EB/Streymur - HB
TB/FCS/Royn - Skála
Víkingur - B36 
KÍ - AB

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder