Fótbóltur

Stórar broytingar í umbúna í Hoyvík: Privatir íleggjarar og partafelag til reiðar

FC Hoyvík hevur eyka aðalfund í kvøld. Avgerðirnar har kunnu seta nýggja kós fyri serliga vaksnamannafótbóltin í skjótt vaksandi býnum.

2026-11-23 07:24 Author image
Agnar Prestá
placeholder

FC Hoyvík hevur eina stóra ungdómsdeild, men nú standa fremstu mans- og kvinnuliðini fyri kollveltandi broyting. Bæði spæla í næstbestu deildini, men ætlanin hjá felagnum og møguliga nýggjum íleggjarum er ein onnur.

Portalurin skilir, at fleiri privatir íleggjarar í høvuðsstarøkinum standa til reiðar við lutfalsligari stórari upphædd. Og til reiðar at stovna eitt partafelag.

Hetta skal millum annað millum annað gera fyritreytirnar betri hjá FC Hoyvík at koma upp í Meistaradeildina hjá monnum; nakað sum felagið ikki hevur verið áður.

Í ár tryggjaði besta mansliðið sær sæti í 1. deild á evsta degi. Nú er eitt langtíðarprojekt í umbúna, har eitt partafelag sum skilst skal taka sær av rakstrinum av besta mans- og kvinnuliðnum. Hetta í samráði við nevndina, ið framvegis skal hava fult ræði á ungdómsdeildini.

Hetta skal tó góðkennast á eyka aðalfundinum, sum byrjar klokkan 18.30 í kvøld. Har skal nevndin í FC Hoyvík eisini skal mannast og síðani skipast av nýggjum.

Leysasøgur hava gingið - eisini um ávís vinnulívsfólk og venjaranøvn - seinastu tíðina, og í sendingini Fótbóltsprát í Kringvarpinum fyri viku síðani, vóru møguliga broytingarnar umrøddar nakað.

Vit hava fingið upplýst, at einki er endaliga avgjørt enn, men tað mesta bendir á, at stórætlaða fótbóltsprojektið í Hoyvík verður veruleiki skjótt.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder