Annað

Fleiri met sett í norðurlendskari meistarakapping í Íslandi

Oddvá Sedea D. Nattestad úr Havnar Svimjifelag setti m.a. trý heimsmet.

(Mynd: Havnar Svimjifelag/Facebook)

(Mynd: Havnar Svimjifelag/Facebook)

2025-12-01 16:41 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Um vikuskiftið varð skipað fyri norðurlendskari meistarastevnu og juniormeistarastevnu í Laugardalslaug í Reykjavík, har tíggju føroyskir svimjarir luttóku - harímillum tveir parasvimjarar.

Umframt fleiri persónlig met, vórðu eisini fleiri heimsmet og føroysk met sett.

Oddvá Sedea D. Nattestad úr Havnar Svimjifelag setti trý heimsmet í ávikavist

  • 50 frí fyri kvinnur S19, við tíðini 30.34
  • 100 bringu fyri kvinnur S19, við tíðini 1:26.27
  • 50 bringu fyri kvinnur S19, við tíðini 37.81

Lea O. Højsted úr Ægir vann bronsu við tíðini 2:30.72 í junior-finaluni í 200 bringu. Hetta var nýtt føroyskt met og juniormet.

Isak Brisenfeldt úr Havnar Svimjifelag vann gull við 1:59.01 og setti føroyskt met finaluni í 200 firvald.

Líggjas Joensen úr Ægir vann við silvur við tíðini 1:48.38 silvur í junior-finaluni í 200 frí.

Føroysku svimjararnir, sum luttóku, vóru:

Til NM 2025

  • Heini Mohr Askham (2006, Ægir)
  • Isak Brisenfeldt (2006, HS)

Til NJM 2025

  • Fróði Hansen (2008, Ægir)
  • Lea Osberg Højsted (2008, Ægir)
  • Bjarta í Lágabø (2009, SuSvim)
  • Líggjas Joensen (2008, Ægir)
  • Silas Dam Lindberg (2008, HS)
  • Bárður Ólavsson (2008, Ægir)
  • Liðsvimjing dreingir (2008)

Til Para-NM 2025

  • Andrias Mellemgaard (2009, HS)
  • Oddvá Sedea D. Nattestad (2006, HS)
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder