Annað

Yvirlit: Hesi vunnu FM í darti

Føroyameistaraheiti í einmansleiki í seks ymiskum bólkum varð avgjørt á KG Hotel.

Hjá monnnum vóru nógvir aðrir styrkismettir omanfyri, men Uni Árting streyk avstað við FM-heitinum (Mynd: Dartsamband Føroya)

Hjá monnnum vóru nógvir aðrir styrkismettir omanfyri, men Uni Árting streyk avstað við FM-heitinum (Mynd: Dartsamband Føroya)

2026-11-03 14:00 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Leygardagin var seinasti FM-dagurin í darti á á skránni. Fyri fyrstu ferð varð hesin hildin á KG gistingarhústinum í Klaksvík - bólkaspælði í Sjósalinum/veitslusalinum niðriundir og avgerandi dystirnir tætt við lobbyina.

Umframt at føroyameistarin hjá kvinnum og monnum skuldi finnast, vóru FM og steypakappingar hjá U18 og U13.

Tað vóru Uni Árting og Theresa Enghamar, sum gjørdu bart hjá teimum vaksnu og vunnu gull.

Hjá monnnum vóru nógvir aðrir styrkismettir omanfyri, men Uni Árting úr Havnar Dartfelag streyk avstað við tí. Theresa Enghamar var styrkismett nummar tvey men vann á favorittinum, Beintu Joensen, 

Hjá U18 var Sámuel Rasmussen stóri vinnarin. Bæði FM og steypakapping kom í hús.

[object Object]
Sámuel Rasmussen (Mynd: Dartsamband Føroya)

Yvirlit yvir FM-vinnarar:

Føroyameistari hjá monnum: Uni Árting
Føroyameistari hjá kvinnum: Theresa Enghamar

Føroyameistari U18: Sámuel Rasmussen
Føroyameistari U13: Mika Heinesen

Steypavinnari U18: Sámuel Rasmussen
Steypavinnari U13: Peter Hans Johnsson

[object Object]
(Mynd: Dartsamband Føroya)
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder