Annað

Flogbóltslandsliðið við monnum til Norðurírland

Landsliðið við monnum í flogbólti skal komandi vikuskifti kappast um týðandi styrkistig í Norðurírlandi.

2026-06-01 09:23 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Síðani Bónus steypakappingin endaði síðst í apríl, hava mennirnir fyrireikað seg til CEV-SCA kappingina, sum verður í Craigavon í Norðurírlandi frá 5. til 8. juni.

Craigavon liggur áleið 1/2 tíma frá Belfast.

Kappingin er um SCA meistaraheitið, men fyri Føroyar snýr hon seg eisini í stóran mun um at vinna styrkistig til styrkilistan í flogbólti. Her liggur Føroyar í løtuni á einum 39. plássi í Evropa av 56. limalondum í CEV.

Føroyska liðið er í innleiðandi bólki við Norðurírlandi og Írlandi. Í hinum bólkinum eru San Marino, Skotland og Liktenstein. Føroyska liðið er helst millum sterkaru liðini í kappingini ,so vónir eru um, at Føroyar við hesi luttøkuni kann taka seg nøkur pláss fram á styrkilistanum.

Høvuðsvenjarin Boban Ilic, hevur úttikið hesar leikarar til kappingingina: Rani Ákason, Filip Ilic, Tóki í Haraldstovu, Bjarni Joensen, Thorvald Danielsen, Tórður G. Højsted, Hákun Heinason, Silas Poulsen, Vuk Ilic, Elias Ellingsgaard, Hákun Nón og Hjørtur Joensen.

Hjálparvenjari er Oleksandr Dmytriiev og hjálparvenjari og hagfrøðingur er Andreas Reinert Zachau. Jónhild Poulsen verður ferðaleiðari á ferðini, sum byrjar hósmorgunin 4. juni.

Flogbóltssamband Føroya

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder