Annað

FM í estetiskum fimleiki um vikuskiftið

12 lið kappast í Høllini á Hálsi leygardagin og sunnudagin.

(Mynd: Jón K. Joensen)

(Mynd: Jón K. Joensen)

2022-05-06 08:19 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Um vikuskiftið verður Høllin á Hálsi í Havn karmur um FM í estetiskum fimleiki.

12 lið eru meldað til kappingarnar, og tey eru úr Havnar Fimleikafelag, Fimleikafelagnum Ljósinum, Fimleikafelagnum Støkk, og Klaksvíkar Fimleikafelag, upplýsir Føroya Fimleikasamband í tíðindaskrivi.

Undankappingin byrjar í morgin, 7. mai klokkan 13, og sunnudagin 8. mai klokkan 14 byrjar FM.

Kringvarpið stroymir kappingina sunnudagin, og dyrnar lata upp ein tíma áðrenn kappingarnar byrja.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder