Føroyar fullgildur limur í World Boxing

Avgerðin varð tikin fríggjadagin á aðalfundi í Panama.

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2026-11-23 16:28 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fríggjadagin varð Boksisamband Føroya alment upptikið sum fullgildur limur í World Boxing á aðalfundi hjá boksisambandinum í Panama. World Boxing er heimssambandið, sum

Hetta merkir, at Føroyar nú umboða seg sjálvar sum sjálvstøðug boksitjóð í altjóða boksing. Hetta er úrslitið av einum drúgvum og miðvísum arbeiði, har nógv skuldi falla upp á pláss.

- Nú er grundarlagið lagt, og vit eru klár at taka næsta stóra stigið í menningini av føroyskari boksing, skrivar Boksisamband Føroya.

Tvær stórar verkætlanir verða millum okkara fyrstu raðfestingar:

Neuro Boxing

Boksisambandið er nú undir at menna eina landsumfatandi Neuro Boxing-verkætlan við denti á rørslu, samskipan, felagsskap og trivnað. Ynskið er at kanna og menna nýggjar møguleikar fyri at nýta boksing sum eitt jaligt virksemi fyri fleiri ymiskar málbólkar í føroyska samfelagnum.

- Vit arbeiða samstundis miðvíst við at fáa gongd til neyðugu útbúgvingarnar til okkara Neuro Boxing-verkætlan skjótast gjørligt, so vit kunnu tryggja eitt gott og fakligt grundarlag fyri venjingunum. Vit vænta at kunna byrja Neuro Boxing-venjingarnar í Føroyum einaferð á vári 2027.

Faroe Fight Night

Samstundis verður farið undir fyrireikingarnar til eina árliga altjóða venjingarlegu í Føroyum, sum verður skipað saman við einari altjóða boksistevnu undir heitinum Faroe Fight N.

Málið er at savna boksarar, venjarar og feløg úr ymiskum londum, skapa sterk altjóða sambond og geva føroyskum boksarum møguleika at mennast og kappast á heimavølli.

- Hetta er ikki endin á einum drúgvum arbeiði. Hetta er byrjanin upp á ein nýggjan kapittul. Vit gleða okkum til at menna føroyska boksing, skapa nýggjar møguleikar og seta Føroyar á altjóða boksikortið, skrivar Boksisamband Føroya. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder