Fyri fyrstu ferð verða Føroyar umboðaðar til EM í Olympiskari vektlyfting. Hetta er ein søguligur varði fyri føroyska ítróttin.
Kappingin verður hildin í Tirana í Albania frá 27. oktober til 4. november, og føroyski lyftararin Niels Áki Mørk skal kappast mikudagin 29. oktober kl. 19 lokala tíð í -65 kg flokkinum.
Niels Áki er 23 ára gamal og venur við AK Viking í Keypmannahavn. Hann hevur vant vektlyfting síðani 2020 og umframt AK Viking, hevur hann umboðað Styrkifelagið Stoyt og danska felagið AK Atlas. Úrslitini hava verið góð.
Málið við luttøkuni er at lyfta bæði persónligt og føroyskt met. Luttøkan til EM U23 er eitt týdningarmikið stig fyri føroyska vektlyfting, og vísir eisini, at greinin er í ferð við at vinna altjóða fótafesti.
Føroya Styrkisamband
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald