Hondbóltur

Føroyar vunnu á Luksemborg

U18 landsliðið í hondbólti vunnu 35-28 á Luksemborg í EM-kappingini í Georgia.

Mynd: Hondbóltssamband Føroya

Mynd: Hondbóltssamband Føroya

2018-08-19 15:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Føroyska U18-landsliðið hjá monnum vunnu ein sannførandi sigur, tá teir fyrrapartin spældu sín seinasta dyst í EM-kappingini í Georgia. Tað skrivar Hondbóltssamband Føroya á heimasíðu sína.

Tá londini hittust í bólkaspælinum, tapti Føroyar við fimm málum.

Føroyar vunnu dystin 35-28 og endaðu sostatt á 5. plássinum. Hetta merkir, at Føroyar eru millum 24 tey bestu londini í Evropa í hesum árganginum.

Meira kann lesast her.

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder