Annað

Føroyingar runnu hálvt maraton í Keypmannahavn í dag

65 ára gamla Bjørg Hofgaard fekk blómutyssi og heilsan.

Bjørg er júst komin á mál og hvistur heilsa henni

Bjørg er júst komin á mál og hvistur heilsa henni

2024-09-15 19:26 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í morgun var Keypmannahavn karmur um hálvt maraton, sum ítróttrafelagið Sparta stendur fyri.

Út við 30.000 luttakarar vóru og eisini var Jakob Ingebrigtsen, OL-vinnarin av 5000 metrum í summar, ímillum tey sum luttóku.

Veðrið í Keypmannahavn var gott, eini 20 stig, og 2-3 m/s, og gøturnar vóru fullar av áskoðarum, ið gjørdu sítt til at tiltakið eydnaðist væl, so umstøðurnar vóru sera góðar.

Fleiri føroyingar vóru við, og lótu flestu teirra sera væl at tiltakinum í dag.

Eitt var tó, sum gjørdi tiltakið heilt serligt fyri Hvistuna, ið er rennifelagið úr Suðuroynni. Tey vóru 20 luttakarar, ið vóru við í tiltakinum, men tað sum gjørdi alt tiltakið heilt serligt var, at ein av limunum í Hvistuni, Bjørg Hofgaard, sum tann seinasti rennarin kom á mál, og kláraði at gjøgnumføra teir 21,1km, og varð fagnað við blómutyssi og heilsan.

Bjørg er 65 ára gomul, og hevur verið virkin limur í Hvistuni síðani felagsskapurin byrjaði. Tá ið hon kom á mál segði hon:

Tá heiðursmerkið varð handað Bjørg, og hon var avmyndað, handaði hon Siri Andriasardóttir blómutyssið, og spurdi um hon kundi fáa tað til Hotel Tórshavn sum eina heilsan til tey, ið eru har í sjúkraørindum. Siri tók í móti, og fekk blómutyssið í felagshølini á Venøgade.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder