Hondbóltur

Myndir og afturlit: Júst eitt ár síðani minniliga kvøldið í Trier

Føroyar vunnu fyrsta sigurin í einum vaksnamannaendaspæli 28. november 2025, tá hondbóltskvinnurnar feldu sponsku favorittunum í HM-bólkaspælinum. Portalurin og FM1 vóru sjálvandi til staðar. Um eina viku er fyrsti EM-dysturin í Póllandi á skránni.

Føroysku hondbóltskvinnurnar skrivaðu eitt nýtt kapittul í føroysku ítróttarsøguni fyri 365 døgum síðani. 27-25 sigurin á Spania kom eftir tógvið stríð og øðiligt samanhald (Mynd: Sverri Egholm)

Føroysku hondbóltskvinnurnar skrivaðu eitt nýtt kapittul í føroysku ítróttarsøguni fyri 365 døgum síðani. 27-25 sigurin á Spania kom eftir tógvið stríð og øðiligt samanhald (Mynd: Sverri Egholm)

2026-11-28 21:12 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað var eitt kalt novemberkvøld í týska býnum Trier, at Føroyar aftur partvíst skelkaðu hondbóltsheimin og syrgdu fyri rómi á staðnum og millum fólk úti í Norðuratlandshavi.

Løtan tá Rakul Wardum enn einaferð stórbjargaði spanskari roynd, og Jana Mittún síðani setti endaligt punktum við málinum til 27-25, varð nakrar mánaðir seinni kosið Ársins Ítróttarløta 2025.

Hoyr samrøðu: Rakul Wardum: - Havi ikki orð fyri hvat er hent her

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]Stórur føroyskur fagnaður í Trier - sí fleiri myndir her

Ein fyrrverandi HM-bronusvinnari var feldur - og tað gjørdu Føroyar í HM-endaspælsdysti nummar tvey í vaksnamannahondbólti. Hetta við at venda 11-14 í steðginum til søtan og flottan sigur:

Við frálíkum álopsspæli, kontraspæli og sterkum avrikinum í málinum og verjuni sum heild. Og ikki minst: Við fantastiskum áskoðarunum í rygginum og við veruligum føroyskum stríðsvilja.

Sí frálíku myndirnar, sum Sverri Egholm tók í Trier, hetta novemberkvøldið fyri einum ári síðani við at trýsta á leinkjuna:
Allr myndirnar úr Trier

Toppskjúttin og dagsins spælari: Tað er gott at vit hava so góðar málverjar - og áskoðarar (Video)

Portalurin og FM1 vóru til staðar til stóru føroysku ítróttarløtuna. Vit verða sjálvandi eisini við í Póllandi, tá farið verður til EM-endaspæli í næstu vikuna og senda hvønn dag hiðani, umframt at hava myndir og aðrar dagføringar.

Eftir dystin móti Danmark í dag er eingin venjingardystur eftir hjá hondbóltskvinnunum: Um júst eina viku, leygardagin 5. desember klokkan 19.30, bíðar Ukraina í Spodek leikhøllini í Katowice.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder