Vit kenna hann best sum fótbóltsvenjari – í løtuni hevur hann ábyrgdina av besta liðnum hjá Skála ÍF, sum spælir í Meistaradeildini.
Men skálamaðurin Pauli Poulsen er ein góður súkklari, og í seinastuni hevur hann eisini gjørt veruliga vart við seg í súkklukappingum her heima.
Herfyri luttók Pauli Poulsen í altjóða súkklukapping í Sveits, og her gjørdist úrslitið so mikið gott, at hann kvalifiseraði seg til at kappast um bæði heimsmeistaraheitið og evropameistaraskapið í tíðarkoyring í súkklugreinini, ið kallas Gran Fondo, sum er eitt slag av longri súkklukappingum.
![]()
Sersambandið fyri Súkkling og Triathlon skrivar soleiðis um avrikið:
Farna vikuskiftið luttók Pauli Poulsen í UCI Gran Fondo-kappingini The Majestics, sum varð hildin í Villars-sur-Ollon í Sveis.
Í fleiri av UCI Gran Fondo-kappingunum er eisini møguleiki at kappast í tíðarsúkkling. Soleiðis var eisini hesaferð, men avbjóðingin var heldur øðrvísi enn vanligt. Kappast varð á vanligari kappsúkklu niðan á “Col de la Crox”, sum er ein teinur á 7,4 kilometrar við 467 hæddarmetrum. Miðalhallið á teininum var 6,1 prosent.
Pauli Poulsen gjørdist nummar 2 í aldursbólkinum 50-54 ár við tíðini 22 minuttir og 58 sekund. Hetta svarar til eina miðalferð upp á 19,3 km/t. Við 2. plássinum tryggjaði Pauli sær kvalifikatión til bæði heimsmeistarastevnuna (HM) og evropameistarastevnuna (EM) í Gran Fondo-tíðarsúkkling.
Kappingini var væl fyriskipað á øllum økjum, og á kappingardegnum var hitin millum 25 og 27 hitastig, og málið lá umleið 1.750 metrar omanfyri havsins yvirflatu.
Pauli er sera fegin um úrslitið, tí hetta er eitt mál, sum hann miðvíst hevur vant fram ímóti. Nú gleðir hann seg til at umboða føroyska súkkling í altjða kappingum.
![]()
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald