Oyggjaleikir 2019

Føroyska ferðalagið komið til Gibraltar

Bila- og fólkarøðin bíðar meðan flogførini lenda.

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2019-07-04 20:45 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Eitt av tí mest sermerkta við lítla bretska hjálandinum, Gibraltar, sunnast á iberisku hálvoynni er, at fløgvøllurin gongur allan vegin tvørtur um hálvoynna, og at bæði koyrandi og gangandi ferðsla til og úr landinum, má støðga um eitt flogfar kemur ella fer.

Seinnapartin í dag hevur verið nógv ferðsla á altjóða flogvøllinum í Gibraltar, tí flestu hóparnir til oyggjaleikirnar, sum byrja leygardagin, eru komnir í dag.

Soleiðis eisini við føroyska ferðalagnum, sum kom til Gibraltar við Atlantsflog. Upprunaliga vær ætlanin at millumlenda í Dublin fyri at bunkra. Men líkindini vóru so – fingu vit at vita – at stóra A320 flogfarið hjá Atlantsflog uttan trupulleikar kláraði allan vegin og kundi lenda á lutfalsliga stutta flogvøllinum á Gibraltar.

Í Gibraltar er behagiligur summarhiti, nøkur stig oman fyri tey 20, og stórt sæð uttan skýggj á himmalhválvinum.

Eitt lítið lot kemur eisini uttan av sundinum.

Leikirnir verða settir leygarkvøldið, og kappingarnar byrja sunnumorgunin. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder