Fótbóltur

KÍ-legendur skulu hjálpa Fróða Benjaminsen

Atli Danielsen og Rógvi Jacobsen vóru við til fyrstu venjingina hjá nýggja venjaratoyminum í kvøld.

Rógvi Jacobsen, Fróði Benjaminsen og Atli Danielsen undan fyrstu venjingini í dag (Mynd: KÍ)

Rógvi Jacobsen, Fróði Benjaminsen og Atli Danielsen undan fyrstu venjingini í dag (Mynd: KÍ)

2026-09-07 22:14 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eftir steypafinalutapi fyri Víkingi gingu ikki nógvir tímar, áðrenn KÍ boðaði frá, at samstarvið við Magnus Powell og hjálparvenjarin Thomas Gabrielsson endaði.

Avloysarin hjá Powell varð longu til reiðar. Tíðliga í summar varð boðað frá, at Fróði Benjaminsen hevði gjørt sáttmála við KÍ og skuldi avloysa svian við kappingarlok.

Nú varð skiftið framskundað, og nú er eiisni greitt, hvørjir hjálparvenjarar eru hjá KÍ.

Talan er um tveir, sum eru høgt í metum sum spælarar í Klaksvík, og sum umframt at vinna ymiskt við KÍ, eisini vunnu steyp í Havn og spældu uttanlands.

Atli Danielsen og Rógvi Jacobsen hava eisini spælt á landsliðnum saman við Fróða Benjaminsen og vóru við til venjingina hjá KÍ í kvøld.

[object Object]Rógvi Jacobsen (Mynd: Claes Kronberg / KÍ)

[object Object]Atli Danielsen (Mynd: Claes Kronberg / KÍ)

43-ára gamli Atli Danielsen var ein av hjálparvenjarunum í 2019, tá KÍ vann FM á fyrsta sinni síðani 1999. Tá var Rógvi Jacobsen profilur á liðnum. Í 2016, tá KÍ vann steypakappingina - tað fyrsta steypið í 17 ár hjá monnunum, og Atli var í spælarahópinum - var Rógvi Jacobsen við til venjingar í løtum sum álopsvenjari.

Seinastu árini hava teir verið ungdómsvenjarar í barndómsfelagnum, og nú skulu Rógvi og Atli royna at verða við at hjálpa seinastu seks umførini. Har skal KÍ renna eftir NSÍ, sum er trý stig frammanfyri í FM-stríðnum.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder