Í morgun setir føroyska manslandsliðið í hondbólti kósina móti Danmark, har tveir dystir eru á skránni næstu dagarnar.
Í annaðkvøld tekur Føroyar ímóti Montenegro í Farum Arena, og sunnukvøldið skulu vit royna okkum móti donsku heimsmeistarunum í Gigantium í Aalborg.
Venjingin hjá liðnum undan dystinum verður seinnapartin í dag, og Portalurin verður við. Myndir og samrøður verða at síggja í kvøld.
Landsliðsvenjararnir, Sonni Larsen og Jeppe Borch, hava úttikið 15 leikarar til uppgávurnar. Hilmar Leon Jakobsen var eisini úttikin, men hevur síðani givið avboð.
Landsliðshópurin
Málverjar
 Tórður Guttesen, Kyndil
 Nicholas Satchwell, Neistin
Spæliskiparar
 Jónas Gunnarson Djurhuus, Viking Stavanger
 Tróndur Kragesteen, Neistin
Strikuspælarar
 Rógvi Dal Christiansen, Kyndil
 Helgi H. Hoydal, Viking Stavanger
 Rókur Akralíð, HEI
Bakspælarar
 Áki Egilsnes, KA Akureyri
 Kjartan Johansen, Viking Stavanger
 Hans Eli Sigurbjørnsson, KÍF
 Peter Krogh, H71
Eirikur Simonsen, FFI
Vongspælarar
 Allan Norðberg, KA Akureyri
 Nicklas Selvig, Stavanger IF
 Rói Berg Hansen, FIF
Verjuspælarar
 Brandur Halgirsson
                
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald