Annað

Føroyska talvlandsliðið til talvolympiadu í Usbekistan

Eitt ungt føroyskt lið, við veruligum aldursforseta, í fjarskotnum landi har nógv er øðrvísi. Lagt verður fyri seinni í dag - eftir at viðføri og annað loksins er komið uppá pláss.

Elias Petersen, Jón í Horni Nielsen, John Rødgaard, Rókur Davidsen og Lutjen Akselson Apol (Mynd: TSF)

Elias Petersen, Jón í Horni Nielsen, John Rødgaard, Rókur Davidsen og Lutjen Akselson Apol (Mynd: TSF)

2026-09-16 08:24 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyska talvlandsliðið er av álvara á langferð heilt eysturi í Asia, har talvolympiada nummar 46 í røðini er á skránni.

Tað er Usebekistan, sum er vertur.

Talvsamband Føroya skrivar, at luttøkan er metstór. Í almennu røðini eru ikki færri enn 208 lond umboðað - tað vil siga so stórur partur av heiminum. Grønland er millum hesi londini og verður á fyrsta sinni við á talvolympiaduni: Grønland er styrkismett nummar 201.

Føroyar uttan fleiri av royndu monnunum.

Av teimum 208 londunum, eru Føroyar styrkismettar í miðjuni: nummar 107.

Føroyska liðið er millum annað uttan tríggjar av sterkastu telvarunum: Helga Dam Ziska, Høgna Egilstoft Nielsen og Rógva Egilstoft.

Ístaðin eru nógvir ungir mans - fýra eru 21 ár ella yngri - og so er ein superveteranur

Føroyska liðið er mannað soleiðis í Usebekistan:

1. Luitjen Akselsson Apol (2305) 20 ár
2. IM John Rødgaard (2250) 71 ár
3. Jón í Horni Nielsen (2078) 21 ár
4. Elias Petersen (2075) 18 ár
5. Rókur Davidsen (1988) 18 ár

Hesir fimm eru á nýggjasta føroyska styrkilistanum nummar ávikavist 4, 5, 18, 19 og 27, sambært Talvsambandinum.

Hetta er tjúgundi ferð at John Rødgaard er við.

Byrjað verður í dag klokkan 11 fyrrapartin. Ikki fyrr enn í morginári fæst at vita hvørjum telvast skal ímóti í fyrsta umfari.

Ellivu umfør eru, telvað verður til 27. september.

Rokalig byrjan

Aldursforsetin á føroyska liðnum, John Rødgaard, telist millum veruligu OL-veteranarnar. Hann fekk sín OL-elddóp í 1984, og kundi verið abbi at øllum hinum á føroyska liðnum.

John hevur sent forvitnisliga ferðafrásøgn frá fyrsta samdøgrinum í stóra asiatiska landinum fyri eystan.

--------------------------------------------------------------

Talvolympiada í Samarkand.

Ljóðar spennandi og eksotiskt, ha?

Jújú, men...

Føroyska talvlandsliðið kekkaði inn á hotellið við floghavnina í Kastrup um tíggjutíðina sunnukvøldið. Útpurraðir á nátt. Vekjarin kimaði longu um fýratíðina. Klokkan 6:45 vóru vit á flogi. Tað er langt til Usbekistan, so vit lendu ikki í Samarkand fyrr enn um átta tíðina í gjárkvøldið.

So far, so good.

Hevði viðførið bara verið við á flogfarinum, so stóð væl til. Tað var tað tíverri ikki.

Nú gekk rúm tíð at spyrja seg fyri, áðrenn vit vórðu vístir út í ein smábuss. Í honum sótu vit so aftur og bíðaðu góða løtu, áðrenn vit vórðu koyrdir inn á gistingarhúsið. So at finna kømurini. Eg havi einmanskamar. Hevði lykilin bara riggað, stóð væl til. Tað gjørdi hann tíverri ikki. Oman aftur at fáa annan lykil. Hevði hann so bara riggað...men tað gjørdi hann heldur ikki.

Nú eru teir farnir at umvæla lásið.

Ímeðan fór eg ein túr niður á matstovuna at fáa mær ein kaffimunn. Hevði kaffimaskinan so riggað...

Nú royna teir at umvæla hana!

Mótfallin spyrji eg eftir einari øl. Havandi í huga, at 93 prosent av øllum usbekum eru muslimar, er tað ein áhugaverdur spurningur. - Vanliga selja vit ikki øl, men eg skal kanna, um vit hava bjór í húsinum, var svarið.

Hinir vóru farnir at eta, eg fór aftaná. Matarborðið rúgvaði ikki upp av nógvum, sama var í morgun og á middegi.

Tá ið eg hevði etið meg lidnan, kom tænarin við einari øl til mín. Hon smakkaði bara væl, so tveir av hinum bóðu eisini um eina. Ølin kostaði 76.000 í usbkeiskum gjaldoyra - einar 40 krónur.

Í dag skuldi alt fáast í rættlag. Fyrst kuffertini. Øll liðini hava hjálparfólk. Eitt konufólk skal ganga okkum til handa. Henni ótolnaðust vit eftir, men hon sást ongastaðni.

Í staðin máttu vit út í floghavnina aftur við passi og flogferðaseðlum. Fyrst skuldu vit skriva undir ymisk skjøl. Brádliga stóð Caruana har. 1. borð hjá USA, sum eru favorittar í OL. Hann leitaði eisini eftir viðføri. Hann visti at siga okkum, at vit skuldu inn um einar dyr, har skrivað stendur: ørindaleys onga atgongd! Men boðini vóru, at einki flogfar kemur úr Istanbul í dag, men kanska í morgin - gongst sum ætlað.

Gistingarhúsið hevði bílagt okkum hýruvognar til floghavnina. Teir kostaðu 25.000 og 28.000 í "træpeningi". Verri gekst at fáa nakran hýruvogn at koyra okkum aftur á hotellið. Bara ein var tøkur, og hann tók seg væl betaltan. Nú var prísurin brádliga fleirfaldaður.

Heimafturkomnir máttu vit straks í býin at keypa okkum klæði. Sjálvt um tað var bíligt, staðfesti Luitjen

turrisliga, at nú hevði hann á fyrsta sinni keypt fyri hálva millión í klædnahandli. Vit vóru aftur á hotellinum um gott fýra tíðina. Hvussu verður nú við setanarhaldinum, varð spurt. Nær fer bussurin, hvussu við nátturða, og fáa vit stundir at brúsa okkum og lata okkum í til hátíðarhaldið?

Tað visti hjálparfólkið, og tað kundi hon kunnað okkum um, hevði hon bara verið har. Nú gitti eg fráferð klokkan 17:30. Ávegis undir brúsu ringir telefonin: bussurin koyrir klokkan fimm.

Sama ger. So lati eg setanarhald vera setanarhald. Eg havi verið á nítjan olympiadum, og eitt setanarhald er øðrum so líkt. Vónandi fara ungu menninir at njóta løtuna. Eg fari heldur at fáa mær ein góðan bita - um nakað man vera eftir av hasi skallutu buffetini...

John Rødgaard, Usbekistan

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder