Fótbóltur

Føroyskt málmet í undankappingardysti

Føroyar skoraðu eisini 37 mál móti Montenegro í EM-endaspælinum í januar.

Leivur Mortensen skoraði uppá øll síni seks skot í gjár (Mynd: Sverri Egholm)

Leivur Mortensen skoraði uppá øll síni seks skot í gjár (Mynd: Sverri Egholm)

2026-11-05 12:09 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Leiddar av einum perfektum, átta av átta, Óla Mittún, høvdu Føroyar tamarhald á allan vegin og komu upp um 35 mál í einum undankappingardysti á fyrsta sinni.

Soleiðis skrivar evropeiska hondbóltssamgongan á heimasíðu sínari.

Sí hæddarpunkt frá tryggja sigrinum her

Føroyar vunnu 35-27 á Ukraina við Tjarnir í fjør, tá 1. plássið í seinasta EM-undanbólkinum varð tryggjað.

Áðrenn dystin móti Kosovo mikukvøldið var hetta tað hægsta, sum Føroyar høvdu skorað í EM ella HM-undankapping hjá monnum.

Áður hevur føroyska manslandsliðið millum annað skorað 41 mál í venjingardysti móti Belgia (2024) og 61 í Emerging Nations Championship móti Armenia.

Sí yvirlit hjá Handballstatz her


Undankapping til EM 2028
1. umfar - mikudagin 4. november
Føroyar - Kosovo 37-30 (20-13)

Føroyskir toppskjúttar:
Óli Mittún 8 mál - flest upplegg og dagsins spælari
Hákun West av Teigum 7 mál
Leivur Mortensen 6 mál
Elias Ellefsen á Skipagøtu 5 mál (4 brotskøst)

Sí allar málskjúttar og fleiri hagtøl her


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder