placeholder
Annað

Føroysku rynkurnar komnar til Hollands

Tað hevur gingið væl hjá føroyska Team Rynkeby, sum í dag er komið til Hollands.

(Mynd: Team Rynkeby Føroyar)

(Mynd: Team Rynkeby Føroyar)

2022-07-12 21:59 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í dag kom føroyska Team Rynkeby til Hollands. 

Tað merkist hjá súkklarum, at Holland er millum fjølbygdastu lond í Europa, og tað er ikki serligt pláss til breiðar vegir, sigur toymið í fráboðanini fyri í dag.

- Tískil hava vit súkklað vit mest í einum raði. Alt hevur tó gingið framúr væl, og vit hava súkklað 196 km í dag. Sólin er veruliga farin at skína, og heitt summarveður hevur sett sín dám á túrin; súkklararnir hava drukkið meira enn vanligt, og sólkrem er smurt á kropparnar, verður sagt.

Í morgin verður farið til Belgia, til býin Genk. Fyri framman eru 212 km.

Toymið fevnir um 48 súkklarar og 12 hjálparfólk.

Tá ið ferðin endar í París í Fraklandi leygardagin 16. juli, hava súkklararnir fingið 1377 km í beinini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder