Fótbóltur

Mattias Hellisdal við at syrgja fyri at Sirius vann svenska meistaraheitið

Føroyingurin spældi 62 minuttir, tá Västerås endaði kappingarárið væl og tryggjaði 5. plássið við at basa Hammarby. Harvið megnaði Hammarby ikki at tryggja meistaraheitði.

2026-11-29 17:31 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Kappingarárið í bestu svensku deildini endaði við drama - og aftur við einum nýggjum vinanra. Í fjør var tað Mjällby, har Áki Samuelsen og Martin Agnarsson hava spælt í ár, sum vann Allsvenskan á fyrsta sinni. Nú var tað Sirius.

Liðnum úr Uppsala tørvaði tó hjálpt á seinasta leikdegi. Sirius og Hammarby úr Stokkhólmi høvdu bæði 61 stig. Men høvuðsstaðarfelagið hevði betri málúrttøku og vitjaði Västerås á seinasta leikdegi.

Har syrgdu Mattias Hellsidal og liðfelagarnir fyri at enda kappingarárið væl við 1-0 sigri. Føroyski landsliðsmiðvallarin spældi 62 minuttir, áðrenn hann varð skiftur út.

Við hesum tryggjaðu uppflytararnirnir sær 5. plássið í Allsevenskan: Eitt ógvuliga flott ár, har 20-ára gamli føroyingurin, ið kom úr B36 í fjør, hevur spælt nógv.

Dagsins úrslit merkir eisini, at Hammarby ikki vann meistaraheitið. Sirus fekk sigursmálið á Gamla Ullevi leikvøllinum í Göteborg í 87. minutti og harvið meistari í fremstu deildini fyri fyrstu ferð í søgu felagsins.

Omanfyrinevnda Mjällby hevur havt ógvuliga tungt ár sum verandi meistari og endaði nummar 12 av teimum 16. Áki Samuelsen spældi 87 minuttir í Halmstad, har tað endaði við 2-1 tapi. Halmstad flytir niður - Mjallby hevur uppgávur eftir í Conference League-deildarspælinum í vetur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder