Hondbóltur

Føroysku U18 kvinnurnar vunnu dystin um nítjanda pláss

Føroysku U18 vunnu í dag seinasta dystin í HM móti Slovenia og eru harvið nummar 19 av 32 liðum í kappingini.

(Mynd: IHF)

(Mynd: IHF)

2022-08-08 22:29 Author image
Sverri Egholm
placeholder

HSF: Føroysku U18-kvinnunar vunnu seinasta dystin í HM, sum var móti Slovenia. Føroyar endaðu harvið nummar 19 av 32 liðum. Dysturin endaði 31-28, eftir 16-12 til okkara í hálvleikinum.

Føroyar fingu eina góða byrjan uppá dystin. Silja Arngrímsdóttir Müller stóð væl í føroyska málinum og komu okkara fram um 3-0. Fleiri tekniskar villur næstu løtuna loyvdi tó Slovenia inn í dystin og var støðan 3-3 eftir 5 minuttir.

Leikferðin í dystinum var sera høg, men gjørdu bæði liðini samstundis nógvar villur og mistu nógvar bóltar. Støðan var 5-5 eftir 10 minuttir, men dróg Føroyar frá eftir hetta til 9-6 eftir 15 minuttir. Slovensku leikararnir brendu illa og vóru okkara eitt skifti frammanfyri við 5. Hálvleiksstøðan var 16-12 til Føroyar.

Slovenia byrjaði seinna hálvleik við at mansverja Mariu Pálsdóttir Nólsoy, sum hevði verið sera eyðsýnd í føroyska álopinum í fyrra hálvleiki. Hetta skapti nógv pláss til hinar leikararnar og komu okkara til góðar møguleikar og vóru okkara eitt skifti á odda við 6. Eftir hetta vóru alt ov nógvir málmøguleikar misnýttir og loyvdi hetta slovenum innaftur í dystin og javnaðu slovenar til 22-22 við 45 minuttir.

Føroysku leikararnir misnýttu alt ov nógvar málmøguleikar hesa løtuna. Støðan var 24-24 eftir 50 minuttir, áðrenn okkara aftur fingu fatur í dystinum. Seinastu løtuna kom Anna Elisabet Halsdóttir Weyhe innaftur og hon avgjørdi dystin seinastu løtuna við trimum málum av vinstra bakki og vunnu okkara dystin 31-28.

Eftir dystin var Maria Pálsdóttir Nólsoy vald til besta leikara í dystinum.

HM-endaspælið er nú av fyri føroysku U18-kvinnurnar. Føroyar endaðu nummar 19 av 32 liðum. Føroyska liðið vann 4 dystir, móti Eysturríki, India, Kasakstan og Slovenia. Føroyar taptu tríggjar dystir, móti Portugal, Danmark og Spania.

Málskjúttar hjá Føroyum:

Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe 8

Maria Pálsdóttir Nólsoy 4

Lukka Arge 4

Karin Egholm 3

Hanna Jakobsdóttir Dalsgaard 3

Karina Debes Heinesen 3

Bjørk Franksdóttir Joensen 2

Sára Sigrunardóttir Mikkelsen 1

Barbara Hammer 1

Inga Maria Roysdóttir 1

Silja Heðinsdóttir 1

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder