Hondbóltur

Fult umfar í Okkara-deildini seinnapartin

Tað er serliga lagt upp til spennandi dyst í Vestmanna, har Neistin er á vitjan.

Neistin og Kyndil leiktu javnleik fyri viku síðani; í dag skulu bæði stríðast á útivølli
(Mynd: Sverri Egholm)

Neistin og Kyndil leiktu javnleik fyri viku síðani; í dag skulu bæði stríðast á útivølli (Mynd: Sverri Egholm)

2018-12-16 13:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tríggir dystir í fremstu mansdeildini verða leiktir í dag:

16.00: VÍF - Neistin
           StÍF - Kyndil

17.00: Team Klaksvík - H71

Hesu liðini hittast eisini í oktober; tá vunnu VÍF og StÍF á ávíkavist Neistanum og Kyndli í Havn, og H71 basti Team Klaksvík í Hoyvík. 

Vestmenningar fáa vitjan av Neistanum, og her er lagt upp til tættan dyst. Neistin er oddalið, men hóast VÍF hevur tapt tveir tríggir teir seinastu dystirnar, so eru vestmenningar ikki lang aftanfyri og hava fyrimunin av heimavøllinum. Teir bláu úr Havn skulu royna at halda fast í oddasessinum.

Kyndil og H71 jagstra sigurin uttanfyri høvuðstaðarøkið. Hoyvíkingar eru stórfavorittar í Klaksvík, meðan Kyndil skal royna at løna StÍF ósigurin frá oktober aftur. StÍF kann bjóða av í oddinum við einum sigri. 

Støðan undan 12. umfarið: 
Neistin 16
H71 15
Kyndil 13
VÍF 13
KÍF 11 * 
StÍF 8
Team Klaksvík

* Ein dyst fleiri 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder