2026-09-16 18:16
Geza Dávid Turi hevur skrivað undir nýggjan sáttmála við Grimsby Town Football Club. Sáttmálin er galdandi til á sumri 2028.
Hesum boðar felagið í fjórðbestu ensku deildini, League Two, frá.
Sáttmálin inniber at partarnir kunnu leingja enn eitt ár.
24 ára Geza Dávid Turi kom úr Víkingi í januar 2025 og hevur seinastu tíðina veruliga gjørt vart við seg við einari perlu av einum langskoti.
Grimsby Town liggur á sætta plássi eftir seks dystir í League Two við tíggju stigum.
Sunnudagin taka Geza og teir ímóti Crawley á heimavølli á Blundell Park í Grimsby.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald